15.07.2008 · Fíggjarmálaráðið

Konjunkturbarometur juni 2008

Samlaða treystitalið hjá brúkarum og vinnu er lækkað úr 24 niður í -5 frá januar til juni 2008. Hetta svarar til 29 prosentstig.

Fallið í samlaða treystitalinum sæst aftur í tilfeingisvinnuni við færri bíleggingum og útlitum fyri minkandi framleiðslu komandi árið. Goymsluni hjá tilfeingisvinnuni hóskar tó betur til eftirspurningin nú enn fyri hálvum ári síðan.

Tænastuvinnan hevur havt framgongd og vøkstur í eftirspurninginum, men vøksturin er minni nú enn hann hevur verið. Tænastuvinnan væntar onga broyting í eftirspurninginum komandi árið.

Føroyski brúkarin hevur ikki so jaligar metingar um føroyska búskapin komandi árið. Føroyski brúkarin metir, at arbeiðsloysið fer at vaksa, men hann væntar eisini, at hansara privata fíggjarstøða fer at versna og at hann fer at spara minni saman komandi árið.

Tað er framvegis stórur vøkstur í byggivinnuni, men bíleggingarlistin veksur ikki longur. Byggivinnan metir eisini, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka nógv komandi árið. Handilsvinnan hevur havt stóran vøkstur í søluni seinasta árið, men handilsvinnan væntar ikki at sølan fer at økjast komandi árið. Handilsvinnan hevur eisini ov stóra goymslu í løtuni.

Brúkarar og vinna tilsamans

Brúkarar

Tilfeingisvinna

Tænastuvinna

Handilsvinna

Byggivinna