26.03.2007 · Fíggjarmálaráðið

Konjunkturbarometrið: Nýtt vísital um búskapargongdina.

Føroyar hava nú sítt egna búskaparbarometur, ið er eitt nýtt vísital, sum gevur eina mynd av, hvussu nakrir lyklabólkar í samfelagnum meta um gongdina í búskapinum. Hitt samlaða sonevnda treystitalið í Konjunkturbarometrinum er hækkað seinastu seks mánaðirnar. Sostatt eru brúkarar og vinna samanumtikið jaligari í sínari meting av búskapargongdini nú enn fyri seks mánaðum síðani. Fyrstu úrslitini skulu tó tulkast varliga


Fíggjarmálaráðið almannakunnger í dag fyrstu úrslitini í tí nýggja Konjunkturbarometrinum fyri Føroyar. Konjunkturbarometrið er eitt vísital, sum sigur nakað um, hvussu brúkarar og ymiskir vinnubólkar meta, at tíðirnar eru.

Barometrið er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum men ein kvalitativ kanning av, hvørja meting lyklabólkar í samfelagnum gera sær av gongdini í búskapinum – bæði gongdini júst nú og eisini hvørjar vánir, bólkarnir síggja í framtíðini.

“Í Føroyum er tørvur á hagtølum og vísitølum, og tí er tað eitt framstig, at vit nú fáa Konjunkturbarometrið. Við tíðini verður hetta eitt gott amboð og ískoyti hjá teimum mongu, ið eygleiða gongdina í búskapinum”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Gevur fyrstu ábendingarnar
Tøl av hesum slag hava leingi verið nýtt í londunum rundan um okkum sum ein av ábeindingunum um, hvussu konjunkturarnir eru og fara at verða.

“Tílíkar spurnarkanningar hava víst seg viðhvørt at geva tær fyrstu ábendingarnar um vend í búskapinum, áðrenn vanligu búskaparhagtølini eru gjørd upp”, sigur Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, ið arbeiðir við Konjunkturbarometrinum.

Konjunkturbarometrið er ein kanning, sum er gjørd millum fimm bólkar:

• Brúkarar, har Gallup spyr 500-600 tilvildarliga vald húski um síni peningaligu viðurskifti
• Fýra vinnubólkar, har eitt fast úrval av virkjum, ið umboða hvønn sín vinnubólk, verða spurd um ymist í sambandi við keyp og sølu, arbeiði o.t. Teir fýra vinnubólkarnir eru tilfeingisvinna, byggivinna, handilsvinna og tænastuvinna.

Spurningarnir eru ymiskir fyri hvønn bólkin, og svarmøguleikarnir somuleiðis. Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum teimum tríati londunum, ið luttaka í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar upp, er eisini tann sami.


Tulkast varliga
Ta fyrstu tíðina, meðan kanningarnar enn eru fáar í tali, mugu tølini sjálvsagt tulkast sera varliga, men sum frá líður skuldi hetta mátið bara blivið betri.

Nevnast kann, at samlaða sonevnda treystitalið er hækkað seinastu seks mánaðirnar úr 41 upp í 47. Sostatt eru brúkarar og vinna samanumtikið jaligari í síni meting av búskapargongdini nú enn fyri seks mánaðum síðani.

“Um hetta er eitt tilvildarligt sveiggj ella ábending um eitt rák, ber ikki til at siga, tí enn eru kanningarnar so fáar”, sigur Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.

Spurningar og svar
Í stuttum kann sigast, at spurningarnir í kanningunum aftan fyri Konjunkturbarometrið eru settir soleiðis, at teir kunnu svarast játtandi, sýtandi ella uttanveltað. Talt verður upp, hvussu nógv prosent av teimum kannaðu svaraðu játtandi og hvussu nógv svaraðu sýtandi. Uttanveltaðu svarini telja null. So verður munurin millum játtandi og sýtandi svar roknaður. Av tí at talan er um prosent, kemur hetta nettoúrslitið so at liggja einastaðni millum minus hundrað og pluss hundrað.

Um spurningurin til dømis verður gjørdur upp at hava eitt nettotal upp á 43, so merkir hetta, at 43 prosentstig fleiri svaraðu játtandi enn sýtandi. Um hetta er nógv ella lítið vita vit sum so einki um, tí av tí at hesar kanningar eru so nýggjar, ber ikki til at siga nakað um, hvørja legu vit vanliga kunnu rokna við.

Ein spurningur til privat húski er til dømis: “Er ætlanin at keypa ella byggja hús næstu 12 mánaðirnar?”. Í teimum trimum kanningunum, sum higartil hava verið, hevur hesin spurningur fingið nettostigini -84, -86 og -83. At tølini eru negativ sigur sum so einki negativt um tíðirnar, men sigur bert sum væntandi var, at tey flestu ikki ætla sær at byggja næsta árið. Hinvegin vísa tølini eisini, at heldur fleiri ætla at byggja nú enn fyri einum hálvum ári síðani, og at gongdin í so máta er uppeftir. Men um hækkingin upp á 3 prosentstig er eitt tilvildarligt sveiggj ella ábending um eitt rák, ber ikki til at siga, tí enn eru kanningarnar so fáar.

Hálvárligar kanningar
Føroyska konjunkturbarometrið er komið fyri at verða. Kanningar verða frameftir gjørdar hálvárliga, og úrslitini av konjunkturbarometrinum verða kunngjørd 15. februar og 15. juli á hvørjum ári.


Argir, tann 26. mars 2007
Fíggjarmálaráðið

Spurningar

Brúkarar

Brúkarar og vinna tilsamans

Byggivinnan

Handilsvinnan

Tilfeingisvinnan

Tænastuvinnan