12.07.2007 · Fíggjarmálaráðið

Konjunkturbarometrið juni 2007.

Føroyska konjunkturbarometrið fall í juni 2007. Samlaða treystitalið fall úr 47 í januar 2007 niður í 37 í juni 2007.

Fallið í samlaða konjunkturbarometrinum sæst aftur í øllum bólkunum, sum telja við í konjunkturbarometrinum.

Samlaða konjunturbarometrið er sett saman av brúkarum og vinnu. Vinnan er býtt upp í 4 bólkar, sum eru tilfeingisvinna, byggivinna, handilsvinna og tænastuvinna.

Samlaða úrslitið og úrslitini í einstøku bólkunum av samlaða konjunkturbarometrinum eru at síggja í skjølunum niðanfyri.

Brúkarar og vinna tilsamans

Brúkarar

Tilfeingisvinnan

Byggivinnan

Handilsvinnan

Tænastuvinnan