Stórt fall var í konjunkturbarometrinum í fjør summar. Hetta boðaði frá búskaparligum lágkonjunkturi, sum byrjaði í august 2008 og enn stendur við. Hóast onkur lítil glotti er at hóma í konjukturbarometurkanningini, ið varð gjørd i januar í ár, so eru ikki útlit fyri, at búskaparliga veðurlagið fer at batna í fyrru hálvu av 2009.
Búskaparligi lágkonjunktururin, sum hevur herjað altjóða búskapin seinasta árið, rakti Føroyar í seinnu helvt av 2008, tá búskaparliga hitalagið í Føroyum brádliga kølnaði.
Altjóða búskaparkreppan byrjaði fyri næstan tveimum árum síðan sum ein fíggjarkreppa, ið hevur spjatt seg til allan búskapin seinasta árið. Ein fíggjarkreppa kann gott fara framvið uttan at gerast til eina búskaparkreppu.
Munurin á einari fíggjarkreppu og einari búskaparkreppu er, at ein fíggjarkreppa ikki nýtist at raka einstaka borgaran. Ein fíggjarkreppa rakar peninga-, fíggjar- og kredittstovnar. Ein fíggjarkreppa rakar bert einstaka borgaran, um viðkomandi hevur gjørt stórar íløgur í partabrøv og onnur virðisbrøv.
Ein búskaparkreppa rakar harafturímóti einstaka borgaran við vaksandi arbeiðsloysið og færri pengum at liva fyri.
Nær verður ein fíggjarkreppa so til eina búskaparkreppu?
Tað eru í høvuðsheitinum tvær mekanismur, ið gera eina fíggjarkreppu til eina búskaparkreppu. Tann fyrra mekanisman er tann sálarliga. Hetta hava vit sæð í fíggjargeiranum, sum hevur verið merktur av ótta og óvissu. Fíggjarstovnarnir hava ikki havt nóg stórt álit á hvørjum øðrum og hava tí verið trekir at lænt hvørjum øðrum pengar, hóast fleiri fíggjarstovnar hava havt nóg mikið av gjaldføri at læna út. Einstøku fíggjarstovnarnir hava verið bangnir fyri, at hinir fíggjarstovnarnir hava ov nógv lík í lastini og tí nær sum helst kunnu fara á húsagang. Hesin óttin hevur breitt seg og skapt svartskygni. Einstøku húsarhaldini eru farin at spara meira saman og brúka minni. Tær íløgur, sum kunnu útsetast, verða útsettar og aðrar keyps- og íløguætlanir verða sleptar, harvið minkar bæði eftirspurningur og nýtsla. Hetta dregur framleiðslu og virksemi niður.
Sama ger seg galdandi í vinnuni. Vinnan bíðar við at seta fleiri fólk samstundis sum íløgur og útbyggingar verða útsettar. Orsøkin er bæði óvissan um framtíðarútlitini og at tað er vorðið dýrari at læna pengar. Hetta minkar eisini um eftirspurningin. Búskaparliga virksemið minkar og arbeiðsloysið veksur. Hetta stimbrar búskaparligu afturgongdina.
Seinna mekanisman, sum fær eina fíggjarkreppu til at gerast til eina búskparkreppu er, at nøkur hava mist pengar og tí hava minni at ráða yvir og onnur eru vorðin abeiðsleys og hava tí minni inntøku at ráða yvir. Hesi viðurskifti minka eisini um eftirspurningin í samfelagsbúskapinum.
Samlaða ávirkanin av hesum báðum mekanismunum verður styrkt av, at talan er um eina altjóða búskaparkreppu, har mekanismurnar virka á sama hátt allastaðni. Altjóða búskaparkreppan rakar tí bæði inn- og útflutingssíðuna av føroyska búskapinum. Innflutningurin verður bíligari, tí prísiurin á innfluttu vørunum lækkar, serliga prísirnir á olju, mat- og øðrum rávørum eru nógv lækkaðir seinastu mánaðirnar. Samstundis minkar føroyska útflutningsvirðið, tí prísirnir á føroysku útflutningsvørunum lækkar.
Niðanfyri er stutt frágreiðing um konjunkturbarometrið, hvat barometrið sigur um búskaparstøðuna og hvørja forsøgn barometrið gevur um gongdina í føroyska búskapinum komandi tíðina.
Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20% og vinnan vigar 80%. Í vinnuni er tað tilfeingisvinnan, sum vigar mest við 40%, síðan kemur tænastuvinnan við 30% og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5%. Sí annars eina nærri frágreiðing um konjunkturbarometrið við at trýsta her og spurningarnar við at trýsta her.
Tilfeingisvinnan
Tilfeingisvinnan er tann parturin av vinnuni, sum er mest ávirkað av búskaparligu konjunkturunum úti í heimi, tí størsti parturin av framleiðsluni í tilfeingisvinnuni fer til útflutnings. Tilfeingisvinnan er annars nógv merkt av viðurskiftum, ið koma uttaneftir. Viðurskifti uttaneftir eru ikki bert konjunkturarnir í altjóða búskapinum, men eisini náttúrugivin viðurskifti sum t.d. broytingar í fiskastovnum. Tað eru tí rættiliga nógv óviss viðurskifti uttaneftir, sum ávirka tilfeingisvinnuna.
Samlaða treystitalið hjá tilfeingisvinnuni er fallið úr 17 niður í -36 seinasta árið. Hetta sæst serliga aftur við færri bíleggingum, ov stórari goymslu og minkandi framleiðslu komandi mánaðirnar. At framleiðslan fer at minka, hongur sjálvandi saman við at bíleggingarnar minka og at goymslurnar eru ov stórar. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku tilfeingisvinnuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Minkandi virksemi í tilfeingisvinnuni sæst aftur í arbeiðstørvinum. Tilfeingisvinnan væntar nú, at arbeiðstørvurin fer at minka komandi mánaðirnar. Fyri tveimum árum síðan væntaði 66% av tilfeingisvinnuni, at tørvurin á arbeiðsmegi fór at vaksa. Manglandi arbeiðsmegi hevur eisini verið ein týðandi avmarking fyri vøkstri í tilfeingisvinnuni, men henda avmarkingin er so at siga burtur nú. Í løtuni eru bíleggingarbøkurnar í tilfeingisvinnuni fullar 4 mánaðir fram í tíðina.
Tilfeingisvinnan væntar at fáa lægri prís fyri sínar vørur komandi mánaðirnar. Hetta samsvarar við altjóða gongdina, har prísirnir á mat- og rávørum eru nógv lækkaðir.
Tænastuvinnan
Samlaða treystitalið hjá tænastuvinnuni hevur verið rættiliga høgt, men fór fyri einum ári síðan at minka og er nú fallið niður í -17. Tænastuvinnan er ein rættiliga konjunkturviðbrekin vinna. Partar av tænastuvinnuni, t.d. reklamu- og annað lýsingarvirksemi, verða alt fyri eitt raktir, tá búskaparligu konjunkturarnir venda. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku tænastuvinnuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Stóra framgongdin hjá tænastuvinnuni fyri tveimum árum síðan er seinasta árið vend til eina afturgongd við fallandi eftirspurningi. Tænastuvinnan væntar, at eftirspurningurin fer at halda fram við at minka komandi mánaðirnar.
Hetta sæst sjálvandi aftur í tørvinum á arbeiðsmegi í tænastuvinnuni, sum støðugt tillagar seg fallandi eftirspurningin. Seinasta árið er tørvurin á arbeiðsmegi í tænastuvinnuni minkaður og hann fer framhaldandi at minka komandi mánaðirnar.
Brúkarar
Hesin parturin av konjunkturkanningini vísir, hvussu einstaki brúkarin í Føroyum merkir búskaparstøðuna og hvørjar metingar føroyski brúkarin hevur um búskapargongdina komandi mánaðirnar. Nýtsluatferðin hjá føroysku brúkarunum hevur rættiliga stóran týdning fyri føroyska handils-, tænastu- og byggivinnu, tí føroyski brúkarin keypir stóran part av teimum vørum og veitingum, sum hesar vinnur bjóða út á føroyska marknaðinum.
Samlaða treystitalið hjá føroysku brúkarunum lækkaði úr -2 niður í -29 frá januar 2008 til juni 2008, men hækkaði aftur upp í -20 í januar í ár. Her er talan um ein lítlan glotta í samlaða konjunkturbarometrinum, tí føroyski brúkarin er eitt sindur bjartskygdari nú enn hann var fyri hálvum ári síðan. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku brúkarunum kunnu síggjast við at trýsta her.
Tað eru metingarnar um fíggjarstøðuna, búskaparligu gongdina og uppsparingina komandi árið, sum trýsta konjunkturbarometrið hjá føroysku brúkarunum nakað upp. Stórur partur av føroysku brúkarunum vænta framvegis, at arbeiðsloysið fer at vaksa komandi mánaðirnar.
Fleiri brúkarar hava nú merkt, at prísirnir á vørum og tænastum eru lækkaðir seinasta árið og føroyski brúkarin væntar, at prísirnir fara at halda fram við at lækka komandi árið.
Verður hugt nærri at nýtsluatferðini hjá føroysku brúkarunum, so sæst, at tað eru heldur fleiri nú enn fyri hálvum ári síðan, sum ætla at keypa stórt næsta ári. Eftirspurningurin eftir bústøðum og bilum fer tó ikki at broytast komandi mánaðirnar, og tað eru eisini færri fólk, sum ætla sær at brúka størri upphæddir til bústaðarábøtur næsta árið.
Byggivinnan
Byggivinnan er ógvuliga viðbrekin mótvegis búskaparligu konjunkturunum. Tað sæst aftur í treystitalinum hjá byggivinnuni. Treystitalið strekkir seg frá -100 til 100. Samlaða treystitalið hjá byggivinnuni var 91 í januar 2007 og -80 í januar 2009. Treystitalið hjá byggivinnuni hevur sostatt flutt seg frá toppinum ímóti botninum seinastu tvey árini, við serliga stórum fallið seinasta árið. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku byggivinnuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Tað eru bíleggingarnar og væntaði arbeiðstørvurin, sum eru grundarlagið undir samlaða treystitalinum hjá byggivinnuni. Nettotalið fyri bíleggingarnar er fallið úr 50 niður í -72 seinasta árið og sama tíðarskeið er nettotalið fyri tørvin á arbeiðsmegi fallið úr 31 niður í -89.
Tørvurin á arbeiðsmegi í byggivinnuni er nógv fallin seinastu tíðina. Fyri tveimum árum síðan søgdu 83% í byggivinnuni, at manglandi arbeiðsmegi var ein avmarking fyri vøkstri í byggivinnuni. Hetta talið var fallið niður á null í januar í ár. Tað merkir, at byggivinnan nú hevur nokk av arbeiðsmegi til at nøkta sítt virksemi. Ordrabøkurnar hjá byggivinnuni minka eisini. Nú hevur byggivinnan tryggjað arbeiði 8 mánaðir fram í tíðina, samanborið við 13 mánaðir fyri einum ári síðan.
Tað eru eisini glottar í konjunkturbarometrinum hjá byggivinnuni. Fyri tveimum árum síðan væntaði næstan øll byggivinnan, at prísirnir í byggivinnuni fóru at hækka. Nú væntar eingin í byggivinnuni, at prísirnir fara at hækka, men 68% vænta, at prísirnir fara at lækka. At prísirnir í byggivinnuni fara at lækka aftur er jaligt fyri føroyska samfelagsbúskapin. Høgu prísirnir hjá byggivinnuni hava havt við sær, at byggiverkætlanir av ymsum slag, hava verið ov dýrar seinastu árini. Byggiverkætlanir verða bíligari, nú lønirnar í byggivinnuni nærkast sáttmálalønunum. Hetta hevur eisini við sær, at byggivinnan ikki longur fer at draga arbeiðsmegi úr tilfeingis- og útflutningsvinnuni.
Handilsvinnan
Handilsvinnan merkir búskaparligu afturgongdina við fallandi sølu. Samlaða treystitalið hjá handilsvinnuni er seinasta árið fallið úr 29 niður í -27. Grundarlagið undir treystitalinum hjá handilsvinnuni er sølan í seinastuni, goymslan og væntaða sølan. Úrslitini av konjunkturbarometrinum hjá føroysku handilsvinnuni kunnu síggjast við at trýsta her.
Tað eru serliga útlitini fyri søluni komandi tíðina, ið versnar nógv í samlaða treystitalinum hjá handilsvinnuni. Nettotalið fyri væntaðu søluna komandi 12 mánaðirnar er fallið úr 55 niður í -70 seinasta árið. Hetta sæst eisini aftur í tørvinum á arbeiðsmegi hjá handilsvinnuni. Nú væntar meira enn helvtin av handilsvinnuni, at arbeiðstørvurin fer at minka komandi mánaðirnar.
Handilsvinnan hevur nú tillaga goymsluna, soleiðis at støddin á goymslunum sum heild svarar til eftirspurningin í føroyska samfelagnum í løtuni.
Konjunkturbarometrið samanlagt
Hóast ein lítlan glotta seinasta hálvárið í konjunktubarometrinum hjá føroysku brúkarunum, so vænta bæði brúkarar og vinna, at eftirspurningurin og framleiðslan fer at halda fram við at minka og arbeiðsloysið fer at vaksa komandi mánaðirnar. Samlaða treystitalið hjá føroyskari vinnu og brúkarum er tí fallið úr 24 niður í -29 seinasta árið.
Úrslitini av samlaða konjunkturbarometrinum hjá føroyskari vinnu og brúkarum kunnu síggjast við at trýsta her.