Samlaða treystitalið hjá brúkarum og vinnu var 24 í januar 2008. Treystitalið hjá brúkarum og vinnu er nógv lækkað seinasta árið. Samlaða treystitalið er nú 13 prosenstig lægri enn fyri hálvum ári síðan og fyri alt árið er treystitalið lækkað úr 47 í januar 2007 niður í 24 í januar 2008.
Sostatt eru føroyingar saman um tikið vorðnir minni bjartskygdir um búskapargongdina seinasta árið.
Tað ber betur til at síggja eina gongd nú 4 kanningar eru gjørdar, men enn ber ikki til at leggja ov nógv í støddina á tølunum, tí tað er ov tíðliga at siga nakað um, hvat tann “vanliga” legan á vísitølunum er.
Tað sæst harafturímóti rættiliga týðuligt, hvønn veg gongdin vendir. Treystið er minkað í øllum bólkunum seinastu tvey hálvárini og tað sæst aftur í næstan øllum spurningunum.
Serliga tænastuvinnan og byggivinnan eru minni bjartskygdar og vísitølini fyri hesar vinnur eru minkað ávíkavist 33 og 26 prosentstig seinasta hálvárið. Handilsvinnan og tilfeingisvinnan hava nakað somu útlit sum seinast og vísitølini standa í stað. Brúkararnir vænta prísvøkstur og verri tíðir. Vísitalið hjá brúkarunum er minkað 7 prosentstig seinasta hálvárið.