Fíggjarmálaráðið hevur fingið roknskapirnir fyri 2008 frá kommununum, og skal stutt takast samanum heildargongdina í farna ári. Roknskapirnir eru ikki enn gjøgnumgingnir nágreiniliga í mun til um fíggjarætlanir eru hildnar, at játtanarreglur eru fylgdar os.fr. Hetta verður gjørt í heyst.
Í talvuni niðanfyri síggjast høvuðstølini í roknskapunum 2007 og 2008 fyri allar kommunurnar undir einum. Eisini síggjast samantaldu kommunalu fíggjarætlanirnar fyri 2009, og er prosentvøkstur frá ár til ár settur inn.