Kommunurnar 263 mió. kr. meira í inntøku enn væntað
Roknskaparárið 2015 hilnaðist sum heild væl hjá føroysku kommununum. Tað vísir ein uppgerð, ið Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við støði í kommunalu roknskapunum, ið skuldu latast landsstýrinum innan 1. juni.
Kommunalu inntøkurnar í 2015 vóru 263 mió. kr. hægri, enn kommunurnar upprunaliga mettu, tá ið tær løgdu fíggjarætlanir fyri árið.
Ársúrslitið hjá kommununum gjørdist tí eisini munandi betri enn væntað.
Staðfesta avlopið gjørdist 159 mió. kr., ið var 236 mió. kr. betri enn væntaða hallið á 77 mió. kr., ið fíggjarætlanirnar hjá kommununum fyri 2015 løgdu upp til.
Samlaða nettoskuldin hjá kommununum er nú minkað til stívliga 300 mió. kr., ið svarar til góðar 6 túsund krónur fyri hvønn íbúgva. Sambært innlatnu roknskapunum var tað eingin kommuna, sum við árslok 2015 hevði nettoskuld, ið var størri enn ein skattaálíkning á 23 prosent. Hetta er tekin um, at føroysku kommunurnar sum heild eru fíggjarliga væl fyri.
Frágreiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum um kommunalu ársroknskapirnar fyri 2015 kann lesast her: