10.01.2019 · Fíggjarmálaráðið

Kommunufelagið villleiðir alment - einaferð enn

Kommunufelagið villleiðir alment - einaferð enn

Kommunufelagið er í dag komið við villleiðandi almennari fráboðan. Kommunfelagið sigur, at landið hevur ”ikki gjørt annað enn at máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum”. Hetta er ikki rætt.

Fleiri lógaruppskot, ið eru samtykt hava givið kommununum øktar inntøkur. Hartil hava bæði løgmaður og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum í fleiri umførum boðað Kommunufelagnum frá, og eisini boðað frá alment, at samanlagt skulu lógarbroytingarnar hjá samgonguni ikki kosta kommununum nakað, heldur hinvegin.

Hetta varð t.d. tryggjað í lógarpakkanum um pensjónsnýskipanina, sum samanlagt tryggjaði kommununum vaksandi inntøkur (sí s. 24 í frágreiðing um pensjónsnýskipanina). Hóast hetta er væl greinað og alment lýst, so hevur Kommunufelagið í fleiri umførum sæð burturfrá teimum málum, ið geva kommunum øktar inntøkur í pensjónsnýskipanini, og bert umrøtt tey, ið kunnu lækka inntøkurnar.

Tá hópurin av lógaruppskotum verða samtykt á hvørjum ári, og hesi fáa ávirkan á alt samfelagið, so eru tað altíð nøkur uppskot, ið fíggjarliga ávirka jaliga og onnur neiliga fyri land og/ella kommunur. Men ongin ivi er um, at verður tikið samanum øll lógaruppskot, ið eru framd í samgonguskeiðnum – og tey, ið eru ávegis – so vilja hesi koma kommununum til góðar.

Fleiri fundir og nógv uppskot til loysnir

Kommunufelagið sigur eisini, at: ”Fíggjarmálaráðið ger einki fyri at loysa uppgávuna”. Hetta er heldur ikki rætt, og tað veit Kommunufelagið.

Fíggjarmálaráðið, Kommunufelagið, Landsstýrið og onnur aðalráð hava havt nógvar fundir og nógv samskifti hevur verið.

Hyggja vit at ítøkiligum uppskotum til semjur, so gjørdi formansskapurin í Kommunufelagnum og Fíggjarmálaráðið eitt uppskot til semju um eina røð av málum, ið semja ikki hevur verið um frá undanfarnu samgongu. Semjuuppskotið, sum formansskapurin hjá Kommunufelagnum hevði gjørt við Fíggjarmálaráðið, fekk tó ikki undirtøku millum allar kommunur.

Viðvíkjandi málinum um fyritíðarpensjón frá 2017 hava fleiri fundir verið. Eitt úrslit av hesum varð, at Kommunufelagið fekk uppskot um at fáa eina tvísiffraða millióna upphædd flutta til kommunurnar beinanvegin í 2018. Hetta fyri at endurrinda part av minkaðu inntøkunum, sum ein fyribils loysn, meðan bíðað varð eftir, at Løgtingið hevði samtykt tey lógaruppskot, ið fóru at geva kommununum fleiri inntøkur. Kommunufelagið ynskti ikki hesa fyribils loysn, og tí fall eisini hetta uppskot burtur.

Eisini er arbeiði sett í gongd har embætisfólk hjá Kommunufelagnum og Fíggjarmálaráðnum arbeiða við uppskotum til betri og meira tíðarhóskandi lóggávu hjá kommunum og landi, tá umræður játtanarskipan og fíggjarlig viðurskifti sum heild. Hetta arbeiðið er í gongd.

Skattalækkingar ávirka inntøkur í 2018

Kommunufelagið sigur hartil: ”Fyri at seta í tølini í eitt størri høpi kann t.d. nevnast, at…. Í Sandoynni minkaðu samlaðu skattainntøkurnar í 2018 við 1,034 mió. kr…..” Kommunufelagið gevur landsstýrinum ábyrgdina av hesum.

Tað sum Kommunufelagið ikki sigur frá er, at í 2018 lækkaði Sands kommuna skattin við 1,5% og Skopunar kommuna lækkaði skattin við 1%. Høvdu hesar lækkingar ikki verið, høvdu inntøkurnar verið góðar 700 tús.kr. hægri enn í 2017.

Inntøkurnar hjá kommunum seta met

Inntøkurnar hjá bæði landi og kommunum hava seinastu árini sett met ár eftir ár. Sambært yvirlitum hjá TAKS er fyribilsskatturin til kommunurnar øktur úr 1,6 mia. kr. í 2015 til 1,9 mia. kr. í 2018. Hetta er ein vøkstur á 270 mió. kr., ið svarar til 17% yvir 3 ár. Somuleiðis eru inntøkurnar frá eftirlønarskatti, partafelagsskatti vm. øktar um 100 mió.kr. í sama tíðarskeiði.

Inntøkurnar eru sostatt øktar munandi, hóast nærum 2/3 av kommunum hava lækkað skattaprosentið, meðan ongin kommuna hevur hækkað skattaprosentið, síðan 2015. Eisini hava nærum 3/4 av kommunum hækkað barnafrádráttin, men ongin kommuna hevur lækkað barnafrádráttin. Samanlagt rinda føroyingar nú í miðal 20,24% í kommunuskatti í mun til 21,16% í 2015.

Samstarv og loysnir

Fíggjarmálaráðið hevur seinastu árini tikið fleiri stig fyri at royna at styrkja samstarvið og samskipanina millum kommunur og land. Aftur og aftur eru uppskot til, hvat kann gerast, tikin upp og viðgjørd saman við Kommunufelagnum.

Heldur enn at koma við villleiðandi og spjaðandi almennum fráboðanum, hevði tað verið meira gagnligt, um Kommunufelagið kom við uppskotum til loysnir til, hvussu kommunur og land í felag tryggja betri og tættari samstarv og samskipan. Tí kommunur og land røkja tænastur til somu borgarar.

Fíggjarmálaráðið