Fíggjarmálaráðið setir nú ein tann mest týðandi roknskaparreformin í Føroyum seinastu árini í gongd.
Talan er um nýskipanina av tí kommunala roknskaparøkinum, ið nú verður sett í verk: Greiðari reglur verða gjørdar, og skal verða lættari hjá borgarunum at fáa samanberiliga og lættari atkomiliga vitan um almenn fíggjarviðurskifti.
Fyrimunir fyri land, kommunur og almenningin
Høvuðsendamálið við nýbrotinum verður at:
• Skapa greidleika og einfeldi í almennum fíggjarviðurskiftum
• gera tað lættari at samanbera fíggjartøl tvørturum ábyrgdarmark, t.e. samanbera kommunu við kommunu, samanbera land og kommunur ella samanbera økir í landinum
• skapa nýggj stýringsamboð til kommunalar myndugleikar
• skapa neyðuga gjøgnumskygni í mun til at kunna leggja fleiri uppgávur út til kommunurnar
• Skapa skjótari atgongd til almenn fíggjarviðurskifti m.a. til at gera tjóðarroknskapir og fyri at betra kjakgrundarlagið um føroyska búskapin
Sum heild verður sostat talan um fleiri týðandi ábøtur, ið vera til fyrimuns fyri allar partar.
Størri førleikakrøv til kommunalu fíggjarumsitingarnar í skiftistíðini
Tær størstu ítøkiligu broytingarnar verða, (1) at nýggjur kontustrongur verður gjørdur, (2) at roknskaparkunngerð verður gjørd, og (3) at nýggj fíggjarkunningarskipan verður gjørd, ið bæði land og kommunur regluliga skulu lata tøl til.
Skiftið fer sostatt at seta ávís krøv til broytingarførleikan hjá kommunalu fíggjarumsitingunum umframt at roknskaparskipanir mugu uppraðfestast, men fer Fíggjarmálaráðið at gera sítt til at skiftið verður so ómakaleyst sum gjørligt, m.a. við at bjóða skeiðir, kunning og hjálp.
Nýggja skipanin skal ætlandi takast í nýtslu til fíggjarárið 2009.
Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál, tlf. 352020
Argir, tann 5. mai 2008
Fíggjarmálaráðið