Nú hóskvøldið 31. januar kemur Jordi Puigneró, katalanski ráðharrin innan talgilding, til Føroyar á vitjan hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum hevur ábyrgd av talgilding í Føroyum.
Jordi Puigneró kemur at kunna seg um Talgildu Føroya og at undirskriva eina samstarvsavtalu innan talgilding ímillum Føroyar og Katalonia. Eisini fer hann at kunna seg um føroysk viðurskifti í sínu heild.
Við í ferðalagnum eru millum annað eisini stjórin í SmartCatalonia, aðalstjórin í stjórnarráðnum fyri talgilding og almenna fyrisiting, og stjórin í ICT (teirra KT landsins) í Katalonia.
Jordi Puigneró og fylgi fara av landinum aftur mánadagin 4. februar.
Meira fæst at vita við at venda sær til Báru Michelsen, samskipara, tlf. 552030 mail: bara@fmr.fo