Ráðgevarafyritøkan Valcon hevur gjørt eina kanning av øllum fíggjarviðurskiftum í sjúkrahúsverkinum og úrslitið er lagt fram ídag.
Staðfest verður í kanningini, at hóast útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið eru øktar munandi seinastu árini, kostar føroyska sjúkrahúsverkið minni enn í øðrum Norðurlondum.
Í kanningini verður sagt, at tørvur er á neyvari fíggjarstýring fyri at temja vøkstrinum í útreiðslunum.Higartil hevur verið trupult, um ikki ógjørligt við verandi hagtølsamboðum, at meta um tað fæst mest møguligt fyri pengarnar. Nýggj amboð til fíggjarstýring skulu gera hetta arbeiði lættari.
Eisini hjá politikarunum, hevur verið so at siga ógjørligt at fylgja við, hvussu pengarnir hava verið brúktir. Politiska eftirlitið hevur einamest verið at hyggja um fíggjarkarmarnir hava verið hildnir.
Mælt verður til, at politikarnir skulu seta krøv til virksemið í sjúkrahúsverkinum. Síðani skal tað bera til hjá øllum pørtum at eftirkanna, um tað fæst fyri pengarnar, sum var politisk ætlað.
Sum ein part av neyvari fíggjastýrin mælir kanningin til, at tættari samband verður millum tey, sum loysa uppgávurnar og tey, sum gjalda. Eitt nú tá talan er um sjúklingar, sum fáa viðgerð uttanlands.
Sjúkrahúsverkið er farið undir at brúka eina nýggja elektroniska sjúklingaskráseting, og tá hon er klár at brúka næsta ár, gevur tað nógv betur møguleikar at fylgja við, hvussu sambandið er millum tær ymsu viðgerðirnar og útreiðslurnar. Ein niðurstøða er, at tað er neyðugt at fáa eitt greitt yvirlit yvir, hvørjar viðgerðir vera gjørdar og hvussu nógv tær kosta.
Tað var Fíggjarmálaráðið, sum í summar bæð um eina kanning av fíggjarviðurskiftunum í Sjúkrahúsverkinum. Danska ráðgevarafyrtøku Valcon, hevur gjørt kanningina.
Fíggjarmálaráðið 20. november 2008
Kanningin “Budgetanalyse af sygehusvæsenet på Færøerne” er viðheft hesum tíðindaskrivi.