Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur verið á norðurlendskum ráðharrafundi
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur hitt norðurlendsku starvsbrøður sínar á fundi í Oslo mánadagin 2. juli. Vertur fyri fundinum var norski fíggjarmálaráðharrin, Sigbjørn Johnsen. Umframt Jørgen Niclasen vóru møttar danski búskaparmálaráðharrin, Margrethe Vestager, og íslendski fíggjarmálaráðharrin, Oddný G. Harðardóttir. Hini norðanlondini, vóru umboðað av áðalstjórum.
Ymisk mál vóru umrødd á fundinum. Høvuðsevni var at umrøða eina felags norðurlendska støðutakan í sambandi við komandi bankareglurnar í ES (Basel III/CRV IV/CRR), sum áseta herd krøv til kapital og gjaldføri hjá bankum í ES. Niðurstøðan var, at neyðugt verður við tættari samstarvi millum norðurlendsku fíggjareftirlitini, og at tað frameftir skal verða soleiðis, at tey krøv, sum eitt norðanland setir sínum bankum, eisini skulu galda fyri tað virksemi, sum aðrir norðurlendskar bankar hava í landinum.
Eitt annað mál, sum fekk drúgva umrøðu, var skatting av pensjónum. Norðurlendski tvískattasáttmálin hevur longi havt tann trupulleika við sær, at pensjónir kunnu koma í vanda fyri at verða yvirskattaðar ella skattaðar tvær ferðir, tá ið persónar flyta bústað millum norðanlond. Umrøtt var eitt tilmæli, sum fyrrverandi danski skattamálaráðharrin, Ole Stavad, legði fram vegna ein arbeiðsbólk. Avgjørt varð, at málið verður tikið upp aftur á næsta fundi, sum verður í Stokkholm 30. oktober 2012.
Fíggjarmálaráðið, 4. juli 2012