Føroyska bankakervið og harvið føroyska samfelagið stendur nú enn tryggari í sambandi við hóttandi altjóða fíggjarkreppuna, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Jóannes Eidesgaard fegnast um, at allir flokkar á løgtingi í nátt stóðu saman um at samtykkja ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um fíggjarligt støðufesti.
Hetta merkir, at føroyskir peningastovnar nú eru tryggjaðir móti skaðiligari spekulatión, sum kundi ført til, at peningur hevði verið fluttur av landinum.
Skipanin fer at kosta peningastovnunum eina munandi upphædd komandi 2 árini, men hesin kostnaður er lítil afturímóti tí kostnaði, ið hevði staðist av, at álitið á bankarnar í Føroyum hvarv.
Skipanin er gjørd soleiðis, at fyrst ábyrgdast fíggjarsektorurin og síðan møguliga staturin. Landsstýrismaðurin heldur, at hetta er ein nógv betri skipan, enn tær sum eru aðrastaðni í heiminum. Hendan skipanin er samhaldsføst ímillum bankarnar, soleiðis at allir eru tryggjaðir á sama hátt.
Danski búskapar- og vinnumálaráðharrin, Lene Espersen, hevur biðið landsstýrismannin í fíggjarmálum um ein fund í næstum at umrøða ymisk viðurskifti í sambandi við málið.
Við hesum stigi hava vit spent trygdarnet undir fíggjarkervið í landinum, og tí kunnu vit halda áfram at styrkja búskapin og menna samfelagið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Argir tann 9. oktober 2008
Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál á tlf. 352020. Viðmerkingar fáast frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni i fíggjarmálum, á telefon 551095. Les meira um Fíggjarmálaráðið og virksemi tess á www.fmr.fo