31.03.2014 · Fíggjarmálaráðið

Játtanarkarmar: Yvirskot í 2016

Við nýskipanum, tálmaðum rakstri og nýggjum inntøkum tekur samgongan neyðug stig til at røkka málinum um avlop á fíggjarlógini í 2016. Høvuðsatlitið er, at vælferðartænastur verða varðveittar.

- Uppgávan hjá landsstýrinum er bundin: Í fyrsta reglubroti í samgonguskjalinum stendur, at "Samgongan hevur sett sær fyri at fáa yvirskot á fíggjarlógina í seinasta lagi 2016". Vit leggja doyðin á at gera hetta uttan at seta vælferðina í vanda.

Hetta sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, nú játtanarkarmarnir 2015-2019 eru lagdir fyri Løgtingið.

Búskaparligir glottar kaga fram
Í stuttum varðveita játtanarkarmarnir eitt framhaldandi høgt løguvirksemi. Útreiðslu- og inntøkutiltøk skulu fáa landskassan í javnvág. Endamálið er, at inntøkurnar skulu fáa útreiðslurnar aftur.

Fram til 2016 skulu inntøkutiltøk gerast fyri íalt 252 mió. kr., og útreiðsluvøksturin skal tálmast við 146 mió. kr.

Eitt lítið avlop skal vera á fíggjarlógini í 2016, og í 2019 skal avlopið vera stívliga 65 mió. kr.

- Breið semja er sum heild um, at Føroyar mugu byrja at gjalda aftur skuld. Skilabest er at taka neyðugu tøkini nú, við skili og fastari hond. Búskaparligir glottar kaga fram, og optimisma merkist, nú ið fiski- og alivinnan hava stóra framgongd, útflutningurin er í topp, og ein rímiligur vøkstur sæst í búskapinum. Lagaliga løtan er nú, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.

Bæði Fíggjarmálaráðið og Búskaparráðið vænta ein nominellan BTÚ-vøkstur á 3 % komandi ár.

Stimbrandi løguvirksemi
Løgurnar, sum í ár eru beint undir 300 mió. kr., verða knappliga 296 mió. kr. næsta ár, og komandi árini verður eitt høgt løgustøði varðveitt.

Millum løgurnar kunnu nevnast bygging av Skúladeplinum við Marknagil, nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum, fyrireiking til Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin, arbeiðið við Viðareiðistunlinum, umvæling av almennum bygningum, nýtt Nólsoyarskip eins og løgur til skúlar, sambýli og røktarheim kring landið.

Nýggjar inntøkur
Inntøkutiltøk verða framd fyri umleið 200 mió. kr. í 2015, og hetta skal økjast við umleið 50 mió. kr. í 2016. Sostatt verða tiltøk fyri umleið 250 mió. kr. fram til 2016.

Tey fevna um m.a. loyvisgjøld á alivinnu, gjøld á fiskivinnu og dagførdar reglur fyri samansetingina av virðisbrøvum í gjaldførinum hjá landinum.

Útreiðslutiltøk
Tiltøkini fyri at minka útreiðsluvøksturin hjá landskassanum fevna um beinleiðis sparingar á rakstrinum, eitt nú við felagstiltøkum fyri aðalráðini, men eisini við týðandi bygnaðarbroytingum á fleiri økjum: pensjónsnýskipan, heilsunýskipan og fólkaskúlanýskipan.

Mest møguligt skal fáast fyri hvørja krónu, og tí koma eisini útveitingar og effektivisering av almennum tænastum inn í myndina.

Miðað verður eftir, at vælferðarstovnar og - tænastur bera sum minst av útreiðslutiltøkunum.

Tiltøkini fara at tálma útreiðsluvøksturin við 146 mió. kr. fram móti 2016.

Høvuðstølini í stuttum
Við uppskotinum til játtanarkarmar fyri 2015-2019 verður mælt Løgtinginum til at taka undir við einum RLÚ-úrsliti á -196,7 mió. kr. í 2015.

Mælt verður til, at samlaði útreiðslukarmurin fyri 2015 verður 4,5 mia. kr., og inntøkukarmurin verður 4,3 mia. kr. Raksturin stendur fyri 4,2 mia. kr., og løgurnar telja 0,3 mia. kr.

Ein stór broyting í mun til 2014 er, at eldraøkið og tilhoyrandi 372 mió. kr. verða fluttar til kommunurnar við ársenda. Hetta ávirkar inntøkur og útreiðslur í 2015 við nevndu upphædd.

- Við fíggjarkørmunum, ið nú eru lagdir fyri Løgtingið, er eitt miðvíst, men samstundis varligt stig tikið fram móti yvirskoti á fíggjarlógini í 2016, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri

Játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2015

Framløga

Búskaparfrágreiðing