Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, leggur í dag uppskot um játtanarkarmar fyri árini 2017-2021 fyri Løgtingið. Karmarnir leggja fíggjarpolitisku kósina hjá samgonguni fyri næstu 5 árini.
Landsstýrið ætlar komandi árini at reka ein fíggjar- og búskaparpolitikk, ið stimbrar virðisøking, vinnumenning, fólkavøkstur umframt vaksandi sjálvbjargni og vælferð í Føroyum. Tað er greitt, nú landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt játtanarkarmarnar fyri árini 2017-2021 fram á tíðindafundi fyrrapartin.
Landið hevur havt hall síðani 2008, men í ár verður væntandi eitt lítið avlop. Landsstýrið ætlar at hava vaksandi avlop fram til 2021. Í játtanarkørmunum fyri 2017 verður eftir ætlan eitt avlop á 50 mió. kr., íroknað løguútreiðslur á 280 mió. kr. Sostatt væntast rakstrarúrslitið uttan løgur at gerast 330 mió. kr. í 2017. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 4.462 mió. kr., ið er ein varligur vøkstur á 1,8% (íroknað sáttmálabundnan lønarvøkstur) í mun til fíggjarlógina fyri 2016. Inntøkurnar verða mettar til 4.792 mió. kr. Árini 2018-2021 væntast avlop á landsins fíggjarlóg millum 109 og 239 mió. kr.
Tað gongur væl í føroyska búskapinum í løtuni. Kortini eru fíggjarpolitisku avbjóðingarnar hjá landinum stórar. Undanfarnu átta árini hevur landið samanlagt havt hall á omanfyri 3 mia. kr., hóast stórur vøkstur hevur verið í búskapinum seinastu árini og arbeiðsloysið er lágt. Men í ár kann roknast við avlopi hjá landinum. Metingar hjá Búskaparráðnum og Fíggjarmálaráðnum vísa tó, at roknast kann við, at almenni búskapurin í framtíðini verður undir trýsti, millum annað tí fólkasamansetingin broytist. Nýskipanir og átøk, ið tryggja varandi fólkavøkstur og størri virðisøking eru tí av avgerandi týdningi fyri at tryggja fíggjarliga haldføri landsins.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, sigur: “Fíggjar- og búskaparpolitikkurin komandi árini setur kós móti einum sjálvbjargnum búskapi við vøkstri, vælferð og varsemi. Vit kunnu fegnast um, at vit eru í búskaparligum góðum tíðum, hava lágt arbeiðsloysi og tilflyting er aftur til landið. Men vit vita, at okkara búskapur er viðbrekin, og at tað er neyðugt í góðum tíðum at leggja upp fyri verri tíðum. Vit reka tí ein varligan fíggjarpolitikk, samstundis sum vit fremja fleiri átøk, ið fara at skapa størri virðisøking, vælferðarmenning og stimbra varandi fólkavøkstur. Við hesari kós tryggja vit einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar.”