31.03.2017 · Fíggjarmálaráðið

Játtanarkarmar: Vit bjálva og brynja Føroyar til framtíðina

Játtanarkarmar: Vit bjálva og brynja Føroyar til framtíðina

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur í dag lagt játtanarkarmarnar fram. Karmarnir leggja fíggjarpolitisku kósina hjá samgonguni fyri árini 2018-2022.

Samgongan raðfestir átøk, ið skapa størri sjálvbjargni, styrkt samhaldsfesti og eitt meira tíðarhóskandi samfelag. Hetta verður gjørt saman við skynsomum fíggjarpolitikki og vaksandi avlopi. Í 2018 verður avlopið 330 mió. kr. og rakstrarvøksturin 1,5%, áðrenn lønarvøkstur.

Helst ongantíð ríkari enn nú

Tað gongur væl í Føroyum. Búskaparvøksturin er 7-8%. Stór framgongd er serliga í alivinnuni, uppisjóvarvinnuni og byggivinnuni. Arbeiði er til nærum allar hendur, tí arbeiðsloysið er bert góð 2%. Og so eru fleiri, sum velja Føroyar – vit hava fingið 748 føroyingar aftrat seinasta árið.

Úrslitið er, at føroyska framleiðslan setur met. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vit eina framleiðslu fyri hvønn íbúgva (BTÚ pr. íbúgva), sum er á hædd við – og enntá er mett at vera eitt vet hægri - enn bæði í Íslandi og Danmark.

Ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur

Men sjálvt um tað gongur væl, hevur søgan lært okkum, at eftir búskaparligar góðar og fjálgar tíðir koma altíð minni góðar tíðir.

Landsstýrið og samgongan taka tí neyðug stig til at bjálva og brynja føroyska samfelagið til búskaparliga heystið, sum einaferð kemur.

Neyðugu stigini fevna um eitt vaksandi avlop á 330 mió. kr. og ein lágan rakstrarvøkstur á 1,5%, áðrenn lønarvøkstur. Avlopið verður í høvuðsheitum nýtt til at rinda aftur skuld, og partur av avlopinum verður settur í Búskapargrunn Føroya, sum skal tryggja okkum í verri tíðum og samstundis eisini gera búskapin meira sjálvbjargnan.

Millum raðfestu økini í 2018 verður størri játtan til heilsuverkið, lestrarstuðul í 12 mánaðir, uppraðfesting av fiskivinnugransking og mentanargrunni, umframt økt játtan til neyð- og menningarhjálp.

Mennandi íløgur kring landið

Íløgukarmurin hjá landinum verður 330 mió. kr. í 2018, og íløgur verða gjørdar kring alt landið. Hetta eru størstu íløgurnar hjá landinum í tíðarskeiðinum fyri játtanarkarmarnar:

  • Søguliga stór játtan til bústovnar og vardar bústaðir.
  • Landssjúkrahúsið og útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
  • Glasir, Miðnám í Kambsdali, Eftirskúli í Suðuroy og Húsarhaldsskúli í Klaksvík.
  • Nýtt havrannsóknarskip.
  • Tjóðleikhús.
  • Talgildu Føroyar.
  • Eysturoyar- og Sandoyartunlar, Hvalbiartunnil og Tunnilstoymi verður sett í verk at fremja smærri tunnilsverkætlanir kring landið. Eisini verður í tíðarskeiðnum farið undir tunlarnar Norður um Fjall, sum fara í gongd eftir Hvalbiartunnilin.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: “Vit eru í søguliga góðum tíðum. Hetta setir serlig krøv til skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk. Tí søgan vísir, at búskaparliga skifta árstíðarnar eisini, at eftir vár og summar koma heyst og vetur. Eg eri tí fegin um, at vit við hesum játtanarkørmum reka ein varnan fíggjarpolitikk, ið bjálvar okkum búskaparliga, samstundis sum vit fremja eina røð av átøkum, ið brynja okkara samfelag til avbjóðingarnar fyri framman. Vit røkka við hesum einum meira sjálvbjargnum, samhaldsføstum og tíðarhóskandi Føroyum, grundað á trygga búskapargrund.” 

Tinganes, 31. mars 2017

Fíggjarmálaráðið

Løgtingsmál nr. 130/2016: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018

Frágreiðing til Játtanarkarmar 2018

Framløga av játtanarkarmunum 2018 (Prezi)

Framløga av játtanarkarmunum 2018 (PDF)