Játtanarkarmar 2017: Barnafrádrátturin hækkar 2.700 kr. fyri børn undir skúlaaldur
Næsta ár hækkar barnafrádrátturin fyri børn millum 0 og 6 ár við 2.700 kr. Úr 6.500 upp í 9.200 kr. árliga. Samgongan hevur sett sær sum mál at gera tað fíggjarliga lættari fyri smábarnafamiljur. Tí eru 12 mió. kr. settar av í játtanarkarminum fyri 2017 til endamálið.
Við hækkingini verður samlaði miðal barnafrádrátturin fyri børn yngri enn 7 ár 15.550 kr. árliga, fyri hvørt barnið. Hetta er grundað á, at miðalbarnafrádrátturin hjá kommununum er 6.350 kr. í 2016, og afturat hesum kemur barnafrádrátturin hjá landinum í 2017 á 9.200 kr. árliga.
“Vit hava sett okkum fyri at fremja fleiri átøk, sum tryggja varandi fólkavøkstur og vaksandi trivnað í Føroyum. Smábarnafamiljurnar eru millum tey, ið ofta eru fíggjarliga sperd. Við hesum hækkaða barnafrádráttinum lætta vit um gerandisdagin hjá barnafamiljunum í Føroyum. Vit hava longu longt barsilstíðarskeiðið við 6 vikum, hava sett í verk ískoyti til barnafamiljur í trongum fíggjarligum korum, og hava veitt lág- og miðaløntum ein skattalætta á 137 mió. kr. í 2016. Nú taka vit enn eitt stig við økta barnafrádráttinum, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Í 2014 fingu foreldur barnafrádrátt í skattinum fyri samanlagt 13.400 børn (0-17 ár). Av hesum var frádrátturin í landsskattinum samanlagt 84 mió. kr. og barnafrádrátturin í kommunuskattinum 81 mió. kr. Umleið 4.500 børn eru millum 0 og 6 ár. Sambært Manntalsgrunninum hjá Hagstovuni vóru tað 3.200 húski, sum høvdu børn yngri enn 5 ár í 2011.