Í Sosialinum nr. 120 á síðu 7 stendur m.a. soleiðis um Búskaparráðið: “Meðan fíggjarkreppan hevur herjað kring heimin og í Føroyum, hevur einasti óhefti ráðgevandi myndugleiki hjá Fíggjarmálaráðnum, Búskaparráðið, verið uttan formann”.....”Síðan tá hevur Búskaparráðið verið meira ella minni óvirkið. Sjey mánaðir eftir at formaðurin legði frá sær, hevur landsstýrismaðurin valt eitt nýtt Búskaparráð”:
Fíggjarmálaráðið veit ikki, hvar Sosialurin hevur hesi tíðindir frá, tí hetta er beinleiðis skeivt og ósatt.
Bæði formaðurin í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, og restin av ráðnum játtaðu at halda fram eftir 31. desember 2008 til nýggja lógin um Búskaparráð varð samtykt í Løgtinginum. Nýggja lógin um Búskaparráð (Løgtingslóg nr. 50) varð samtykt í Løgtinginum 11. mai í ár. Jørn Astrup Hansen og restin av Búskaparráðnum hevur tí mannað Búskaparráðið og fingið mánaðarliga samsýning fyri hetta til 1. juni í ár.
Tað skal eisini viðmerkjast, at tveir av limunum í gamla Búskaparráðnum, Durita Tausen og Gunn Danielsen, hava tikið við afturvali og halda tí fram í nýggja Búskaparráðnum.
Sosialurin hevði somu grein á portalinum 25. juni í ár.
Fíggjarmálaráðið, 30. juni 2009.