23.03.2009 · Fíggjarmálaráðið

Íslendski fíggjarmálaráðharrin Steingrímur J. Sigfusson kemur á stutta arbeiðsvitjan í Føroyum í dag.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin Steingrímur J. Sigfusson kemur á stutta arbeiðsvitjan í Føroyum í dag.

Á vitjanini skal hann hitta Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, har endaligu lániskjølini í samband við íslandslánið verða undirskrivaði.

Á fundinum fara teir at kunna hvønn annan um búskaparligu viðurskiftini í Íslandi og Føroyum.

Argir, tann 23. mars 2009

Fíggjarmálaráðið