04.03.2009 · Fíggjarmálaráðið

Inntøkur landskassans minka framvegis

Inntøkur landskassans frá skattum og avgjøldum minka framvegis. Skattainntøkan er minkað fyrstu tveir mánaðirnar í ár, tí a-inntøkan eisini hevur verið lægri enn hon var somu tíð í fjør.
Stóra fallið í inntøkunum frá avgjøldum stavar serliga frá, at stóri bráðvøksturin í nýtsluni frá 2005 til 2007, brádliga hasaði av aftur miðskeiðis í 2008. Frá 2005 til 2007 vuksu inntøkurnar frá meirvirfðisgjaldið við 309 mió. kr. ella góð 31%,
Tá ein slíkur bráðvøkstur hasar avaftur, hevur tað altíð eina ógvusliga minking við sær. Tað eru tí ringastu bakbrotini frá bráðvøkstrinum, sum eru serliga sjónsk í løtuni. Munurin í inntøkunum millum 2009 og 2008 verður tí neyvan eins stórur í seinnu helvt av árinum sum hann er nú.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum arbeiðir við einari ætlan, ið fer at lofta ringastu afturgongdini í føroysku byggvinnuni. Ætlanin er at broyta lógina og endamálið við Húsalansgrunninum, soleiðis at Húsalánsgrunnurin í framtíðini kann veita lagalig bjálvingar- og orkulán. Grunnurin skal eisini lata lagaliga fígging til alternativar bústaðir, til dømis lutaíbúðir, vardar bústaðir, skúlaheim og annað tílíkt.
Hetta er eisini eitt umhvørvistiltak, ið fer at minka føroyska CO2-útlátið og gera føroyingar minni bundnar at oljuni. Samfelagsbúskaparliga fer hetta eisini at betra føroyska handilsjavnaúrslitið, tí oljuinnflutningurin vigar tungt á føroyska handilsjavnanum, serliga tá oljuprísurin er høgur
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eisini fyrireika tiltøk at avmarka bygnaðarliga hallið á fíggjarlógini.

Yvirlit yvir A-inntøku og skatta- og avgjaldsinntøkur:
• Januar og februar í ár samanbornir við fyrstu tveir mánaðirnar seinastu tíggju árini. Samanberingarnar síggjast við at trýsta her
Seinastu 12 mánaðirnir trýst her
Seinastu 6 mánaðirnir trýst her

Yvirlit yvir inntøkur frá avgjøldum:
• Innflutningsavgjøld í januar og februar í ár samanbornir við fyrstu tveir mánaðirnar seinastu tíggju árini. Innflutningsavgjøldini síggjast við at trýsta her
• Avgjøld í Føroyum í januar og februar í ár samanbornir við fyrstu tveir mánaðirnar seinastu tíggju árini. Umsetningsavgjøldini síggjast við at trýsta her

Samanberingar

Seinastu 12 mánaðirnir

Seinastu 6 mánaðirnir

Innflutningsavgjøldini

Umsetningsavgjøldini