04.12.2008 · Fíggjarmálaráðið

Inntøkur landskassans mettar 280 mió. kr. lægri enn fyrr mett

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur seinnapartin greitt fíggjarnevndini frá nýggjastu inntøkumetingunum fyri 2009.

Tey nýggjastu tølini vísa, at inntøkurnar nú verða mettar 280 mió. kr. lægri enn í uppskotinum til fíggjarlóg, sum var lagt fyri Løgtingið síðst í september. Av hesum vísa framrokningar, at tað koma 76 mió. kr. í minni inntøkum frá skatti og 180 mió. kr. minni koma inn í frá avgjøldum í landskassan.

Hetta vildi broytt úrslitið av framlagda uppskotinum frá sept. úr 244 mió. kr. í halli til 570 mió. kr. í halli.

- Umframt at vit nú merkja fyrstu avleiðingarnar av búskaparkreppuni rundan um okkum, so dragast vit í løtuni eisini við eina stóra afturgongd í okkara høvuðsvinnu.

- Vit hava ein sterkan búskap, sum tolir hall á fíggjarlógini – bæði eitt og tvey ár. Umráðandi er, at vit nú vísa styrki og tolni til at møta hesum stóru avbjóðingum. Støðan í dag kann als ikki samanberast við støðuna, vit høvdu fyrst í 90´árunum, tí gjaldførið hjá tí almenna er gott, og tað almenna hevur onga nettoskuld.

- Tó verður neyðugt, at taka skilagóð stig til tess at fremja tiltrongdar broytingar í ymiskum skipanum. Eisini mugu vit laga almennu útreiðslurnar soleiðis, at vit fremja sparingar og broytingar, har hesar kunnu gerast uttan ov negativar avleiðingar.

- Kjarnutænasturnar hjá tí almenna skulu hin vegin standa okkum øllum í boði, og tað verður eisini ein almenn skylda at halda eitt ávíst virksemi runt um í landinum. Vit skulu á ongan hátt geva samfelagnum nakran óneyðugan skelk.

- Tí góðtaka vit eitt hall í eina tíð. Støðan er sjálvandi álvarsom, men hon er ikki hættislig á nakran hátt, sigur landsstýrismaðurin.

Fíggjarmálaráðið og Løgmansskrivstovan fara at skipa fyri fundi í landsstýrinum í komandi viku, har støðan og uppskot til loysnir verða viðgjørd.


Fíggjarmálaráðið, 4. desember 2008