Samanlagt vóru inntøkur landskassans av skatti og avgjøldum 6,6 mió. kr. hægri fyrstu 5 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Avgjaldsinntøkurnar vóru 31,9 mió. kr. hægri, meðan vanligi landsskatturin saman við eftirlønarskattinum var 25,3 mió. kr. lægri.
Vøksturin hevur verið serliga stórur í merivirðisgjaldsinntøkunum, sum vóru 26,5 mió. kr. ella góð 5% hægri fyrstu 5 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. Skrásetingargjaldið hevur verið 4,4 mió. kr. hægri og aðrar avgjaldsinntøkur hava verið umleið 1 mió. kr. hægri fyrstu 5 mánaðirnar í ár.
Vøksturin í meirvirðisgjaldinum á 5% hevur sostatt verið hægri enn vøksturin í lønum og øðrum veitingum, sum vórðu goldnar umvegis a-skattaskipanina. Her var vøksturin 4,2% fyrstu fimm mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.
Fíggjarmálaráðið 8. juni 2012