Í Danmark er trygdin fyri innlán í peningastovnunum frá Innskjótaratrygdargrunninum, sum allir peningastovnar í danska ríkinum standa aftanfyri, hækkað úr 300.000 kr. upp í 100.000 evrur, svarandi til umleið 750.000 kr. Innlán í føroyskum peningastovnum eru eisini tryggjaði av Innskjótaratrygdargrunninum, men um nýggja hámarkið skal galda fyri innlán hjá kundum í føroyskum peningastovnum, skal dagførda lógin setast í gildi í Føroyum. Í hesum sambandi fyrireikar Fíggjareftirlitið saman við Fíggjarmálaráðnum at dagføra føroysku lóggávuna um Innskjótaratrygdargrunnin, soleiðis at innlán í føroysku peningastovnunum verður umfatað av nýggja og hægri hámarkinum.
Lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið tíðliga í vár og verður eftir ætlan samtykt fyri summarsteðgin í ár. Fram til 30. september 2010 eru øll innlán fevnd av Bankapakka I við veðhaldi í danska statskassanum. Hetta merkir, at øll innlán uttan mun til, hvussu stór upphæddin er, eru tryggjaði fram til 30. september 2010 við Bankapakka I. Eftir henda dag verður tryggjaða upphæddin tær á leið 750.000 kr. Tískil eru teir føroysku peningastovnarnir eins tryggir, sum teir donsku peningastovnarnir.
Fíggjarmálaráðið, 5. januar 2010