Í Danmark er trygdin fyri innlán í peningastovnunum frá Innskjótaratrygdargrunninum, sum allir peningastovnar í danska ríkinum standa aftanfyri, hækkað úr 300.000 kr. upp í 100.000 evrur, svarandi til umleið 750.000 kr. Innlán í føroyskum peningastovnum eru nú eisini tryggjaði av Innskjótaratrygdargrunninum við hesum nýggja og hægra hámarkið.
Lógaruppskotið var einmælt samtykt í Løgtinginum í dag. Fram til 30. september 2010 eru øll innlán fevnd av Bankapakka I við veðhaldi í danska statskassanum. Hetta merkir, at øll innlán uttan mun til, hvussu stór upphæddin er, eru tryggjaði fram til 30. september 2010 við Bankapakka I. Eftir henda dag verður tryggjaða upphæddin á leið 750.000 kr. Tískil eru teir føroysku peningastovnarnir eins tryggir, sum teir donsku peningastovnarnir.
Fíggjarmálaráðið, 10. mai 2010