Felagsskapir, stovnar og grunnar fáa MVG endurgoldið fyri íløgur í almannagagnligt virksemi í trý ár afturat
- Íløgur í frítíðarvirksemi, sum øll í samfelagnum fáa gagn av, hava ovurstóran týdning fyri trivnaðin í landinum, og tí vil landsstýrið endurgjalda MVG'ið av slíkum íløgum komandi trý árini.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt uppskot um broytingar í MVG-lógini fyri Løgtingið.
Hesar broytingar í MVG-lóggávuni bera m.a. í sær, at freistin hjá felagsskapum, stovnum og grunnum at søkja um at fáa endurgoldið meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi verður longd.
Eftir uppskotinum verður møguligt at fáa MVG endurgoldið fram til og við 31. desember 2015.
- Vónandi vil longda tíðarskeiðið við MVG-endurgjaldi elva til, at fleiri íløgur verða gjørdar í eitt nú ítrótt og aðra mentan.
- Ein síðuvinningur av, at MVG-endurgjalds tíðarskeiðið verður longt, skuldi gjarna verið, at heimliga byggi- og tænastuvinnan verður stimbrað, tá ið felagsskapir, stovnar og grunnar gera sínar MVG-fríu íløgur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Broytingin í MVG-lógini fylgir tilmælum frá Búskaparráðnum og Landsbankanum um at seta í verk búskapar- og konjunkturpolitiskt tiltøk.
Fíggjarmálaráðið, 2. mars 2013