Nú Johnny í Grótinum er komin við góðum ráðum um fíggjarpolitikkin, fari eg at loyva mær at spyrja bankamannin Johnny í Grótinum:
Hvat ætla peningastovnarnir at gera fyri at fáa gongd aftur á búskapin?
Tað er skilaleys stýring í fíggjarheiminum seinastu árini, sum hevur ført heimsbúskapin út í ringasta búskaparkreppu nakar veit um í nýggjari tíð. Almennu kassarnir hava sprænt hundrað tals milliardir inn í fíggjarheimin og politiska skipanin kring allan heimin hevur nú tikið á seg stóran váða fyri at bjarga fíggjarkervinum eftir at peninga- og fíggjarstovnar í skilaloysa hava stýrt seg út av eggini.
Hvat ætla peningastovnarnir at gera fyri hesar milliarda innspræningar frá skattaborgarunum fyri at fáa gongd aftur á búskapin?
Argir, 10. juli 2009
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður