Uppskotið til nýggja eftirlønarlóg hevur verið í hoyring síðan 21. mars 2012. Hoyringsfreistin var upprunaliga sett at verða 4 apríl 2012. Men stóru fakfeløgini gjørdu í eini felagsáheitan vart við, at tey mettu, at freistin var ov stutt. Fyri at tryggja, at allir partar í málunum skuldu fáa høvi til at gera viðmerkingar til uppskotið, avgjørdi landsstýrismaðurin at leingja hoyringsfreistina til mánadagin 16. apríl 2012.
Við í arbeiðinum at smíða eftirlønarlógina er ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum á tingi. Tá hoyringsfreistin er úti verður hesin tvørpolitiski fylgibólkurin kallaður samanaftur at arbeiða víðari við uppskotinum og at viðgera innkomnu hoyringsskrivini.
Eftirlønarlógin, sum ætlanin er at fáa samtykta í vár, er sjálvur hornasteinurin undir Pensjónsnýskipanini. Eftirlønarlógin fer, saman við restini av Pensjónsnýskipanini, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið í heyst at tryggja, at almenni búskapurin fer at kunna bera tær øktu útreiðslurnar, sum vaksandi talið av eldri borgarum fer at hava við sær. Verður pensjónsnýskipan ikki gjørd er vandi fyri, at føroyska vælferðin kemur at versna munandi næstu 20-40 árini, orsakað av hækkandi skattatrýsti og lækkandi almennum tænastustøði.
Eftirlønarlógin áleggur øllum, sum eru millum 21 og 67 ár, og sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, at rinda til egna eftirløn. Í fyrsta umfari verður einans talan um 1% av lønini, sum skal rindast til eftirløn. Men næstu 15 árini er ætlanin, at hesin partur skal hækka upp í 15%. Fyri at tryggja, at uppsparingin verður brúkt til eftirløn, hevur Eftirlønarlógin eisini ásetingar um, hvussu eftirløn skal verða útgoldin.
Ætlanin er, at Eftirlønarlógin skal koma í gildi 1. januar 2013.
Fíggjarmálaráðið 13. apríl 2012