31.08.2017 · Fíggjarmálaráðið

Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram

Heystfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum løgd fram

Í dag legði Búskaparráðið heystfrágreiðing sína fram. Í stuttum vísti hon, at búskaparligu indikatorarnir seinasta hálvárið benda á ein alsamt týðiligari hákonjunktur eyðkendan av lágum arbeiðsloysi, høgum arbeiðsvirkni, nettotilflyting, íbúðartroti í miðstaðarøkinum og búskaparvøkstri. Útlit eru fyri einum yvirskoti á landsroknskapinum í 2017 og 2018.

Í frágreiðingini verður m.a. víst á, hvussu útreiðslurnar hjá landi og kommunum hava verið frá 2011 til 2017. Hjá landinum eru útreiðslurnar øktar 3% frá 2015 til 2016 og 2,3% frá 2016 til 2017. Hjá kommunum er vøksturin 13,8% og 17,3% fyri somu tíðarskeið. Fyri lættari at samanbera ímillum land og kommunur eru útreiðslurnar uttan eldrarøkt.

Sí talvuna niðanfyri frá síðu 50 í frágreiðingini.

Útreiðslur í krónum

Tíðindaskriv frá Búskaparráðnum

Heystfrágreiðing