16.06.2006 · Fíggjarmálaráðið

Herða stríðið móti narkotika

Stríðið móti ólógligum innflutningi av rúsandi evnum verður nú hert. Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, leggur í næstum fram uppskot um broytingar í tollógini, sum bera í sær, at tolleftirlitið gerst munadyggari


Sum liður í altjóða stríðinum móti narkotika, er ætlanin at herða tolleftirlitið.

“Ábendingar eru um, at ikki bert hash, men eisini sterkari evni sum amfetamin og ecstasy, gerast alt meira vanlig millum ung í Føroyum. Tí mugu vit gera meira fyri at forða fyri, at evnini sleppa inn í landið”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann leggur upp til nakrar broytingar í tollógini, og endamálið er at herða eftirlitið. Frameftir skal tolleftirlitið hava elektroniska atgongd til upplýsingar um ferðafólk og góðs. Tollvaldinum skal eisini veitast heimild at skráseta upplýsingar um fólk, ið verða tikin fyri ólógligan innflutning.
Talan er um upplýsingar, ið bert skulu nýtast til tolleftirlitið, og endamálið er í samsvari við altjóða atlit til at berjast móti rúsevnum og ólógligum innflutningi av góðsi.

Í triðja lagi er ætlanin, at tollvaldið skal hava ein servandan narkotikahund afturat hundinum, sum frammanundan arbeiðir fyri tollvaldið.

“Frameftir skal tollvaldið hava møguleika at arbeiða meira málrættað og munadygt. Broytingarnar í tollógini eru liður í royndum okkara at avdúka smugling, serliga við rúsevnum, í størri mun enn nú”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.





Argir, tann 16. juni 2006
Fíggjarmálaráðið


Meira fæst at vita við at venda sær til Fíggjarmálaráðið á tlf 352020.