Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið / Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava skrivað undir semju

Gjørdur er ein eitt ára sáttmáli við eini lønarhækkan á 4,75% galdandi frá 1. oktober 2024. Harumframt er skalagongdin broytt soleiðis, at heilsurøktarar frameftir ganga eina styttri skalagongd.
Heilsurøktarar, ið starvast á serøkinum fáa dagført arbeiðstíðaráseting, sum ger at tey frameftir verða samsýnt eins og onnur, sum starvast á økinum.
Aðrar smærri broytingar eru eisini gjørdar í sáttmálatekstinum.
Umframt broytingar í lønunum hava partarnir gjørt eina avtalu um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg.
Partarnir hava nú eina avtalu, sum tryggjar, at lív og heilsa ikki verður sett í vanda í sambandi við arbeiðssteðg.
Heilsurøktarafelagið er fjórða felagið sum seinastu mánaðirnar hevur gjørt avtalu um neyðtilbúgving. Hini feløgini eru Starvsfelagið, Kost- og føðslufelagið og Ljósmøðrafelag Føroya.