12.06.2015 · Fíggjarmálaráðið
Heildarætlanin Talgildu Føroyar verður løgd fram hósdagin 25. juni kl. 9- 12 í Norðurlandahúsinum

Hví og hvussu verða Føroyar talgildar?
Tilmæli um átøkini, sum skulu talgilda føroyska samfelagið, verða løgd fram.
Morten Meyerhoff, altjóða serfrøðingur innan talgilda fyrisiting (e-governance), sigur frá altjóða rákum, og hvussu talgilding fer fram í øðrum londum.
Høvi verður at seta spurningar og at kjakast við stigtakarar og verkætlanarluttakarar.
Tiltakið er alment og ókeypis
Skráin verður almannakunngjørd 22. juni á www.vmr.fo
Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið