Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, handaði á samkomu í dag Hákuni Thorkildshøj heiðurstekin frá Drotningini fyri tænastu í 41 ár.
Tey munnu vera fá, ið røkja sama starv í meira enn 40 ár. Hesin høgi tænastualdur er tó veruleiki hjá Hákuni Thorkildshøj, sum í samfull 41 ár hevur havt starv sum pantifúti.
Fyri hesa longu og trúgvu tænastu fekk 67 ára gamli Hákun Thorkildshøj í dag heiðurstekin frá Margrethu Drotning, hina sonevndu “Fortjenstmedaljen”.
Tað var Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ið handaði Hákuni Thorkildshøj heiðurstekinið. Handanin fór fram á eini samkomu í Fíggjarmálaráðnum seinnapartin.
Hákun Thorkildshøj byrjaði í starvi sum pantifúti 1. august 1964, og hann røkti hetta starv, til hann 1. oktober 2005 fór frá fyri aldur. Hákun Thorkildshøj var eisini deildarleiðari á táverandi Skattadeildini, men starvið sum pantifúti slepti hann ongantíð hesi mongu ár.
Fortjenstmedaljen verður veitt eftir 40 ára tænastu hjá hinum almenna. Heiðursmerkið er persónlig ogn, og navnið á hinum heiðraða er grivið inn í rondina á heiðurstekininum.
Fíggjarmálaráðið