Rættleiðing til tíðindaskriv frá Kommunufelagnum
“Hálvir sannleikar í tinginum”. Hetta er yvirskriftin í tíðindaskrivi frá Kommunufelagnum, dagfest 7. desember, undirritað av Heðini Mortensen. Í tíðindaskrivinum ger Kommunufelagið viðmerkingar til svar, ið eg sendi Løgtinginum í september og aftur fyrst í desember, í sambandi við skrivligar fyrispurningar frá Jenisi av Rana og frá Magnusi Rasmussen um inntøkurnar hjá landinum og kommununum.
Kommunufelagið sigur, at í svarinum verður bert víst á hálvan sannleika, at eg “gloymi” at nevna útreiðsluvøkstur, at eg við “grafiskum snildum” royni at vísa ein annan veruleika.
Men hetta er beinleiðis ósatt, og er um nakað “hálvur sannleiki”. Søgan er í stuttum tann, at eg svari júst teimum spurningum, sum settir vórðu.
Spurningurin, ið Jenis av Rana setti, var hesin: Landsstýriskvinnan verður biðin upplýsa Løgtinginum árligu gongdina (í tølum) í botnfrádráttinum í kommunuskattinum seinastu 25 árini saman við árliga álíknaða kommunuskattinum og árliga álíknaða landsskattinum hesi somu ár. Svarið til Jenis av Rana svarar hesum spurningi.
Spurningarnir, ið Magnus Rasmussen setti, vóru hesir. Kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá:
- Gongdini í samlaðu inntøkunum hjá kommununum seinastu 25 árini - greinað á inntøkuslag?
- Gongdini í samlaðu inntøkunum hjá landinum seinastu 25 árini - greinað á inntøkuslag?
- Lýsa við lyklatølum (talvur og grafikkur), hvussu skjótt og hvønn veg inntøkurnar eru broyttar, t.d. prosentvísar broytingar og lutfall millum samlaðu inntøkurnar hjá kommununum og landinum seinastu 25 árini?
Hagstovan gjørdi í hesum sambandi eitt stórt arbeiði at fáa tølini til vega. Tey framleiddu eina útgreinaða uppgerð fyri inntøkurnar hjá landinum og kommunum árini 1997 til 2015, og hendan uppgerðin varð send Løgtinginum. Har varð onki “gloymt” og onki goymt burtur. Har var ongin hálvur sannleiki sagdur.
Í triðja spurningi bað løgtingsmaðurin sjálvur um at fáa tølini sett upp grafiskt. Hann bað um prosentbroyting – tað fekk hann. Hann bað um lutfall – tað fekk hann. Har vóru ongar “grafiskar snildir” av nøkrum slag brúktar.
Kommunufelagið ger nógv burturúr, at onki varð nevnt í svarinum um uppgávubýtið millum landið og kommunurnar. Men hetta bleiv ikki spurt um. Ongastaðni í spurningunum verður nevnt nakað um uppgávur ella útreiðslur. Um ynskt var at fáa svar upp á útreiðslurnar ella uppgávurnar, so hevði sjálvandi verið spurt um hetta og svarað samsvarandi.
At hava svarað greitt upp á spurningar frá tingfólkum, og síðani verða løgd undir ikki at siga sannleikan, kann ikki góðtakast. Serliga harmist eg um, at endamálið við tíðindaskrivinum frá Kommunufelagnum tykist vera at leggja landsstýrið undir at dylja okkurt, og at seta landið og kommunurnar upp ímóti hvørjum øðrum. Hetta tænir ongum endamáli.
Vit - land og kommunur - tæna somu borgarum, og hava vit stórar avbjóðingar at lyfta - hvør sær og í felag - til frama fyri alt fólkið.
Latið okkum heldur samstarva.
Kristina Háfoss Landsstýriskvinna í fíggjarmálum