29.09.2008 · Fíggjarmálaráðið

Hall er vent til avlop

Stagnatión er vend til búskaparliga framgongd. Tí kann Landsstýrið nú leggja fram eitt fíggjarlógaruppskot við avlopi. Í 2007 verður roknað við 74,5 milliónum krónum í avlopi, men longu nú er vøksturin so sterkur, at við ársenda í ár er eitt yvirskot á roknskapinum sera sannlíkt. Førdi búskaparpolitikkurin hevur eydnast, og Landsstýrið fer tí frá arbeiðsskapandi politikki til at reka ein politikk, ið skal tryggja at búskapurin ikki verður ovhitaður. Málið er at tryggja framhaldandi vøkstur og forða ovurhiting av føroyska búskapinum


“Førdi búskaparpolitikkurin, har sveiggj í búskapinum eru tálmað, hevur eydnast, og føroyingar trúgva upp á framtíðina”.

Soleiðis sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, nú hann leggur fram uppskotið til fíggjarlóg fyri 2007. Hetta er fyrsta fíggjarlógaruppskot í trý ár við avlopið. Avlopið fyri 2007 er mett til 74,5 mió.kr.

Avlop longu í ár
“Stagnatión er vend til vøkstur, og besta prógvið er, at longu í ár er sannlíkt, at yvirskot verður á landsroknskapinum. Málið er nú at varðveita vøksturin við at reka ein politikk, ið skal tryggja at búskapurin ikki gerst ov heitur”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður.

Tað hevur stóran týdning, at vøksturin í almennu útreiðslunum framvegis verður hildin á einum hóskandi stigi, og at t.d. lønarvøksturin verður avmarkaður.

Forða fyri ovurhiting
Virksemið er stórt, og tørvur er á arbeiðsmegi, serliga innan byggivinnuna.

“Hitt almenna má ikki økja sín eftirspurning ov nógv og harvið stimbra búskaparliga virksemið. Tí broyta vit búskaparligu kósina nakað. Frá arbeiðsskapandi politikki fara vit yvir til at ansa eftir, at búskapurin ikki verður ov heitur”, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Í 2007 verður veittur ein skattalætti á 60 mió.kr, sum skal verða við til at tryggja, at tað loysir seg hjá føroyingum at arbeiða, og at búskapurin framvegis mennist og veksur á sunnum grundarlag.

Familjan raðfest ovarlaga
Í stuttum verða familjan, útbúgvingarøkið, eldraøkið og samferðsluøkið raðfest ovarlaga í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2007. Syrgt verður t.d. fyri, at eldrarøktin verður styrkt. Ráð skulu vera til, at øll áhugað kunnu sleppa undir miðnámsútbúgving. Fólkaskúlin fær eina holla játtan, so góðskan í undirvísingini kann hækka, og barnafrádrátturin gerst barnastuðul.

Vón um framhaldandi vøkstur
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur álit á, at búskaparligi vøksturin, ið nú veruliga hevur fest seg, kann halda fram.

“Trygga politiska støðan skapar álit og gevur saman við einum skynsomum bú¬skapar¬¬politikki dirvi og trúgv upp á framtíðina. Vinnulívið er í dag framfýsið og vísir vilja til at royna seg í øðrum vinnum og á nýggjum marknaðum. Dynamikkurin hevur sjáldan verið størri enn í dag. Hetta gevur vón um, at vit fara at síggja fleiri nýggjar vinnuspírar, og hetta gevur eisini møguleika fyri framhaldandi búskaparvøkstri”, sigur Bárður Nielsen.

Tølini í stuttum
Í stuttum kann nevnast, at avlopið (RLÚ-úrslitið) á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 er 74,5 mió.kr. Inntøkurnar eru mettar til 4,1 mia.kr. Av hesum er skattur 1,7 mia.kr. Avgjøld, tollur o.a. eru 1,6 mia.kr. Heildarveitingin o.a. úr danska ríkiskassanum er 635 mió. kr.

Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) eru mettar til 4,0 mia.kr. Herav eru rakstrarútreiðslur 3,7 mia.kr., løguútreiðslurnar eru 261 mió.kr., og rentuútreiðslurnar eru 22 mió.kr.




Argir, tann 29. september 2006
Fíggjarmálaráðið


Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.