11.07.2013 · Fíggjarmálaráðið

Hægsta treystital síðani miðskeiðis í 2007

- Føroyskt vinnulív meira bjartskygt og væntar at seta fleiri fólk í starv

Nýggjasta konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at føroyskt vinnulív er meira bjartskygt. Samlaða konjunkturvísitalið er hækkað úr 16 til 32. Størsta broytingin sammett við síðstu kanning er, at talið er hækkað fyri allar bólkar í vinnulívinum. Vísitalið fyri húsarhaldini er hinvegin óbroytt. Allir vinnubólkar hava merkt framgongd í sølu og eftirspurningi síðstu tólv mánaðirnar og vænta eisini meira sølu og bíleggingar frameftir.

Konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum varð gjørd í juni í ár. Konjunkturbarometrið gevur ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív meta um tíðirnar, hvussu støðan í búskapinum er beint nú, gongdina farnu tólv mánaðirnar og útlitini komandi tólv mánaðirnar.

Vísitalið fyri føroysk húsarhald er óbroytt á 3 í nýggjastu konjunkturkanningini. Sum heild geva húsarhaldini meinlík svar sammett við í síðstu konjunkturkanning. Tey flestu svara, at tey vænta mestsum óbroytta fíggjarstøðu og búskapargongd næsta árið, og at tey spara nakað upp í løtuni.

Her eru nøkur av úrslitunum í nýggju konjunkturkanningini:

Byggivinnan hevur merkt framgongd síðsta árið, og vinnan væntar at seta fleiri fólk í starv næsta árið.
Handilsvinnan hevur merkt øktan eftirspurning og sølu og vænta eisini fleiri bíleggingar
Tænastuvinnan hevur merkt framgongd og vaksandi eftirspurning og vænta sum heild vaksandi eftirspurning.
Ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar merkja fleiri bíleggingar og vænta eisini fleiri bíleggingar frameftir. Ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar vænta eisini hækkandi søluprísir frameftir.
Húsarhald vænta sum heild, at fíggjarstøða og gongdin í búskapinum vera at kalla óbroytt næsta árið.

Konjunkturbarometrið er best skipaða og mest umfatandi kanning av gongdini í og útlitum fyri føroyska búskapin. Metingarnar skulu sjálvsagt lesast við teimum fyrivarnum, sum knýta seg at tílíkum kanningum.

Úrslitini í konjunkturkanningini eru at finna í hjáløgdu frágreiðing og í tilhoyrandi skjølum á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, www.fmr.fo.

Eru spurningar viðvíkjandi konjunkturvísitalinum, ber til at ringja til Tórir Michelsen, búskaparfrøðing í Fíggjarmálaráðnum, á tlf. 552 011.

Fíggjarmálaráðið, 11 juli 2013

Frágreiðing

Tænastuvinnan

Handilsvinnan

Byggivinnan

Húsarhald

Brúkari og vinna tilsamans

Ídnar- og tilfeingisvinnurnar