Samgongan hevur sett sær málið at gera tað fíggjarliga lættari fyri smábarnafamiljur. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna hevur tí sent lógaruppskot til ummælis um barnafrádráttin hjá smábarnafamiljum. Verður lógaruppskotið samtykt, hækkar barnafrádrátturin 42% næsta ár fyri børn millum 0 og 6 ár. Settar eru av 12 mió. kr. í játtanarkarminum fyri 2017 til endamálið.
Nógvar smábarnafamiljur hava trong fíggjarlig kor. Hetta tíðarskeið í lívinum eru bústaðarkostnaður og barnaansingarkostnaður hægst, samstundis sum foreldrini ofta eru lutfalsliga nýggj á arbeiðsmarknaðinum og harvið hava byrjunarløn. Fyri at eggja enn fleiri barnafamiljum at velja Føroyar sum teirra heimland og fyri at lætta um fíggjarliga hjá verandi smábarnafamiljum verður við lógaruppskotinum skotið upp at hækka barnafrádráttin við 2.700 krónum um árið í landsskattinum fyri børn undir skúlaaldri. Frádrátturin hækkar úr 6.500 kr. uppí 9.200 kr.
Við lógaruppskotinum verður samlaði miðal barnafrádrátturin fyri børn yngri enn 7 ár 15.550 kr. árliga fyri hvørt barnið. Hetta er grundað á, at miðalbarnafrádrátturin hjá kommununum er 6.350 kr. í 2016, og afturat hesum kemur barnafrádrátturin hjá landinum í 2017 á 9.200 kr. árliga.
Landsstýrið ynskir at røkka so nógvum hoyringspørtum sum gjørligt, soleiðis at øll kunnu geva sítt íkast og viðmerkja lógaruppskotið, áðrenn uppskotið verður gjørt endaliga liðugt og verður lagt fyri løgtingið til politiska viðgerð. Uppskotið er tí lagt til almennar hoyringar á www.foroyalandsstyri.fo
Freistin at lata inn viðmerkingar er fríggjadagin 22. juli 2016. Viðmerkingar skulu vera skrivligar, og skrivligu viðmerkingarnar skulu sendast til fmr@fmr.fo ella til Fíggjarmálaráðið, postrúm 2039, 165 Argir. Viðmerk: “Hægri barnafrádráttur til smábarnafamiljur”. Viðmerkingarnar verða hjálagdar uppskotinum, tá ið uppskotið verður lagt fyri Løgtingið til politiska viðgerð.