18.09.2024 · Fíggjarmálaráðið

Grundleggjandi kredittmeting landskassans hækkað

Grundleggjandi kredittmeting landskassans hækkað

Fríggjadagin 6. september gjørdi Moody’s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.

Í hesi nýggjastu kredittmetingini frá Moody’s metir Moody’s at afturgjaldevnini hjá landskassanum eru eitt sindur betri og tí er grundleggjandi kredittmetingin hækkað við einum stigi, frá a1 til aa3.

Orsøkin sigur Moody’s millum annað vera, at landskassin í fleir fylgjandi ár hevur havt nærum javnvág á landsroknskapinum og at skuldin tí hevur verið nærum óbroytt. Harafturat er gjaldføri landskassans sera gott.

 

Nærri kunning fæst her:

Tíðindaskriv frá landsbankanum

Frágreiðing hjá Moody’s