Greining av Landsverki
Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina hevur Løgtingið sett pening av at tryggja gjøgnumskygni og greina virksemi hjá Landsverki, serliga at finna útav í hvønn mun størri partur av arbeiði stovnsins kann útveitast.
Landsverk er ein av stóru og mest týðandi stovnum landsins, ikki bert fyri tað almenna, men eisini fyri vinnuna. Í hesum sambandi hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri fingið játtað 200.000 kr. frá løgtinginum at gera eina greining av virkseminum hjá Landsverki.
Til at fremja hetta arbeiðið fer Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, at seta ein arbeiðsbólk, mannaður við fólki við kunnleika til byggi- og ráðgevingarvinnuna, almenna fyrisiting, játtanarskipanina og búskap. Fíggjarmálaráðið tekur sær av skrivarauppgávuni hjá bólkinum.
Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt 1. apríl 2015.