10.05.2012 · Fíggjarmálaráðið

Greiðari skattareglur fyri føroyingar, ið arbeiða uttanlands

Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um broytingar í skattalógini, ið hava til endamáls at skapa størri greidleika í samband við skatting av inntøkum, ið stava frá sigling og arbeiði á landi uttanlands.

Í samgonguskjalinum er ásett, at skattingin av føroyingum, sum arbeiða uttanlands, verður endurskoðað. Hetta arbeiði er nú gjørt og klárt er at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið. Høvuðsbroytingarnar í uppskotinum eru:

Virði av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands skal ikki skattast.
Her snýr tað seg um at lógarfesta tað siðvenju, ið hevur verið galdandi til fyri stuttum.

Reglurnar um samdøgursfrádrátt broytast
Samdøgursfrádrátturin verður tikin av, og samstundis verður serligi grein 25 b frádrátturin hækkaður. Hetta verður galdandi fyri fyri persónar, ið sigla og arbeiða á landi uttanlands undantikið tó persónar, ið sigla við norðurlendskum fiskiskipum.

Serligi grein 25 b frádrátturin verður broyttur
Serligi grein 25 b frádrátturin sum í dag er í mesta lagi 92.000 krónur verður hækkaður upp til í mesta lagi 150.000 krónur. Frádrátturin verður víðkaður til eisini at fevna um persónar, ið arbeiða á landi uttanlands, men samstundis verður samdøgursfrádrátturin tikin av fyri hesar persónar.

Broytt skattlig viðgerð av norsku Folketrygden
Gjald til norsku “Folketrygden” er eftir vanligum búskaparligum definitiónum ein skattur, men eftir galdandi skattareglum verður gjaldið ikki roknað sum skattur, og verður avleiðingin tí í summum førum dupultskatting. Broyting verður gjørd í skattalógini, soleiðis at norska Folketrygden frameftir verður viðgjørd sum ein skattur.

Nýggjar reglur fyri at taka av dupulta skatting
Ein stórur trupulleiki í dag fyri borgarar og skattaumsiting er, at skattingin kann vera ymisk alt eftir hvørjum sjóøki eitt skip siglir í. Fyri at bøta um hesi viðurskifti er ætlanin at broyta prinsipp fyri avtøku av dupultskatting frá eksemption til credit.

Avleiðingar av broytingunum
Broytingarnar koma at merkja nógv størri greidleika fyri skattaborgaran, og lættari umsiting hjá TAKS.
Ein avleiðing av uppskotinum verður, at onkrir borgarar koma at gjalda nakað meir í skatti enn teir gera í dag, meðan aðrir koma at gjalda nakað minni.


Fíggjarmálaráðið, 10. mai 2012