20.10.2005 · Fíggjarmálaráðið

Gott at arbeiðssteðgurin er av

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, fegnast um, at arbeiðssteðgurin er av á hesum sinni, hóast nýggi sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið kostar meira enn landsstýrismaðurin hevði vónað

“Sum samfelag mugu vit fegnast um, at arbeiðssteðgurin er av á hesum sinni”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eftir at Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið hava undirskrivað nýggjan sáttmála.

Serliga fegnast landsstýrismaðurin um, at útjaðaraøkini í Føroyum nú aftur kunnu virka sum vanligt.

Hinvegin er landsstýrismaðurin ikki nøgdur við úrslitið av semingini millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Semjan ber í sær ein eitt ára sáttmála, har lønin hækkar 0,9 prosent.

“Vit hava arbeitt fram ímóti longri sáttmálaskeiðum fyri at fáa frið og stabilitet á arbeiðs-marknaðinum. At sáttmálaskeiðið er bara eitt ár, er at fara skeiva leið, og tað er stak óheppið, men tíverri vísti tað seg ikki at vera nakar møguleiki at fáa Starvsmannafelagið at góðtaka longri sáttmálaskeið”, sigur Bárður Nielsen.

“Hesin sáttmálin kostar meira enn eg hevði vónað, og tað er ikki nøktandi fíggjarliga sæð. Nýggja avtalan broytir einki við búskaparliga veruleikan í Føroyum, og tí kann ikki væntast, at samlaði lønarkarmurin verður broyttur, nú lønirnar skulu vaksa”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.


Argir, tann 20. oktober 2005

Fíggjarmálaráðið