1. januar 2010 kom lóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) í gildi.
Hetta er ein dagføring av verandi vanlukkutryggingarlóg, umframt at nýggja lógin eisini fevnir um vinnusjúkur. Tað er ikki gjørligt at tekna trygging móti vinnusjúkum, og tí er Vinnusjúkugrunnur settur á stovn fyri at tryggja, at peningur er tøkur í hesum sambandi.
Arbeiðsskaðatryggingarlógin er málsøki hjá Vinnumálaráðnum, men er innkrevjingin av gjaldi til Vinnusjúkugrunnin løgd til TAKS at umsita. Til at fíggja Vinnusjúkugrunnin skulu allir arbeiðsgevarar gjalda 0,1% av útgoldnum A-inntøkum, eins og sjálvstøðugt vinnurekandi skulu gjalda 0,1% av skattskyldugu inntøkuni av vinnuvirkinum fyri síðsta inntøkuár.
Av praktiskum orsøkum fer TAKS at krevja gjald til Vinnusjúkugrunnin inn saman við gjaldinum til barsilsskipan, og tískil verður lagt 0,1% afturat teim 0,62%, ið verða kravd inn til barsilsskipanina.
Gjaldið fyri sjálvstøðugt vinnurekandi verður sent út í rokning seinni í heyst, tá skattaálíkningin fyri 2009 er liðug.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Fíggjarmálaráðið ella TAKS.
Fíggjarmálaráðið, 25. januar 2010