Tíðindaskriv
Gagnligt orðaskifti um øðrvísi lønarskipan
Um almenna lønarskipanin skal broytast, er umráðandi, at breið undirtøka fæst fyri broytingunum. Ein møgulig nýggj lønarskipan skal vera einføld at umsita, og hon skal vera rættvís og rímilig fyri øll alment lønt. Tað heldur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Karsten Hansen, sum fegnast um, at orðaskifti hevur tikið seg upp um lønarskipanina hjá tí almenna.
”Orðaskiftið um øðrvísi lønarskipan er gagnligt, og eg taki fegin lut í tí”.
Soleiðis sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, eftir at orðaskiftið hevur tikið seg upp um eina øðrvísi skipan av lønini, sum hitt
almenna letur. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur Karsten Hansen
evstu ábyrgd av almenna lønarøkinum.
Búskapar og Løgfrøðingafelagið, BLF, hevur reist orðaskiftið við at mæla til sonevnda avriksløn í almennum lønarsamanheingi. Aðrir partar hava eisini verið uppi í orðaskiftinum.
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum heldur orðaskiftið um avriksløn vera áhugavert, men samstundis er talan um eitt fjøltáttað og viðbrekið mál, har bæði fyrimunir og vansar eru at síggja.
”BLF hevur lagt fram nakrar leysar tankar um avriksløn. Einki ítøkiligt uppskot er komið fram, og tí ber illa til at gera ítøkiligar viðmerkingar. Tó haldi eg, at sjálvandi skal tað loysa seg hjá almennum starvsfólkum at gera góð avrik. Vit eiga at bøta um effektivitetin, og hitt almenna eigur eisini at royna at fáa dugnalig starvsfólk at støðast. Spurningurin er tó, um hetta gerst við við avriksløn”, sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at um lønarøkið skal skipast av nýggjum, er týðandi, at breið undirtøka fæst fyri nýskipanini, og at hon verður einføld at umsita. Eisini skal ein møgulig nýggj lønarskipan vera rættvís og rímilig fyri øll alment lønt.
”Avriksløn ber í sær, at summi fáa meira og onnur minni í lønarposan fyri sama slag av arbeiði. Spurningurin er, um tað er rímiligt”, sigur Karsten Hansen.
Hann vísir eisini á aðrar vansar við at seta avriksløn í verk. Tær sonevndu avrikspuljurnar fara helst at økja almennu lønarútreiðslurnar. Trupult er at máta og at meta um avrikið hjá hinum einstaka, og avriksløn kann als ikki brúkast fyri summar starvsfólkabólkar. Eisini eru nógvir av stovnunum og almennu arbeiðsplássunum í Føroyum smá, og tí kann vera tungt at seta avrikslønarskipanina í verk og umsita hana.
Hinvegin er landsstýrismaðurin ikki avvísandi, tá talan er um at endurnýggja almennu lønarskipanina.
“Fíggjarmálaráðið er sinnað at umhugsa spurningin um øðrvísi lønarskipan, sum byggir á meira individuellar lønarhættir. Vit skulu tó hava í huganum, at hetta er ikki løtuverk”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.
Viðmerkingar til málið omanfyri fáast frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum. Fíggjarmálaráðið hjálpir fegið, um faktuellir spurningar eru til málið.
Fíggjarmálaráðið hevur telefon 35 20 20.
Argir, 8. september 2003
Karsten Hansen
landsstýrismaður