09.05.2008 · Fíggjarmálaráðið

Fyrsta føroyska lógin um at skerja CO2-útlát samtykt:

Umhvørvisvinarligir bilar verða bíligari

Nýggja lógin hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, er fyrsta føroyska lógin, sum hevur til endamáls ítøkiliga at skerja CO2-útlát í Føroyum. Sambært nýggju lógini, sum kemur í gildi 1. juni 2008, verða umhvørvis¬vinarligir bilar bíligari, og umhvørvis¬dálkandi bilar verða dýrari. Ruddast skal upp í dálkandi partinum av føroysku bilparkini


Fyrsta føroyska lógin, sum ítøkiliga hevur til endamáls at skerja CO2-útlátið í Føroyum, varð samtykt í løgtinginum í morgun.

“Við nýggja lógaruppskotinum um skrásetingaravgjøld á bilar fær Løgtingið møguleika at skifta prátið um at skerja CO2-útlátið út við ítøkilig tiltøk. Bileigarar fáa møguleika verða við til at skerja CO2-útlátið og samstundis fáa fíggjarligan fyrimun av tí”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Europeiskur leistur
Lógin, hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er umfatandi, og høvuðstátturin í lógini er, at umhvørvisvinarligir bilar skulu gerast bíligari, meðan dálkandi bilar dýrka. Harumframt er siktið, at innflutningurin av gomlum og dálkandi bilum skal steðgast, meðan gamli og dálkandi parturin av føroysku bilparkini skal avmarkast mest møguligt.

Leisturin, nýggja lógin er skorin eftir, er europeiskur. ES-nevndin mælir til eina stigvísa harmonisering av bilavgjøldunum, so ES-londini frá 1. desember 2008 hava lagt 20% av bilavgjøldunum um til CO2-avgjøld. Síðani skal CO2-avgjaldsparturin hækka stigvíst næstu árini.

Í nýggju lógini verður verandi eykaskrásetingargjaldið á 25% strikað og lagt um til CO2-avgjald. 20% av virðisgrundaða skrásetingargjaldin¬um í galdandi lóg verður sostatt lagt um til CO2-avgjald í hesi lógini.

Fylgja ST og Kyoto
Ymiskt er, hvussu prísurin á ymsu bilunum verður ávirkaður, nú skrásetingargjaldið fer frá at vera virðisgrundað, alt sum tað er, til at gerast eitt samansett gjald, sum partvíst er grundað á virðið og partvíst á CO2-útlát.

Bilar við stórum útláti fáa lutfalsliga størri CO2-avgjald enn bilar við lítlum útláti, ið fáa lutfalsliga minni avgjald.

“Orsøkin til, at CO2-útlátið er valt sum grundarlag fyri umhvørvisgjaldinum, er, at altjóða samfelagið hevur sett sær sum mál at avmarka CO2-útlátið. At minka CO2, sum er eitt veðurlagsgass, er eisini samsvarandi endamálinum við ST-veðurlagssáttmálanum, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja, og eisini Kyoto-sáttmálanum”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Út við gomlum og dálkandi bilum
Ein partur av føroysku bilparkini er so mikið dálkandi, og hetta kann ikki longur góðtakast.

“Tí hækka vit nú burtur¬beiningar¬gjaldið munandi, samstundis sum elstu akførini skulu gjalda hægstu umhvørvisgjøldini. Vit vóna soleiðis at fáa burtur gamlar og útslitnar bilar, sum koyra á føroysku vegunum ella liggja og sløðast í føroysku náttúruni”, sigur Karsten Hansen.

Breiður arbeiðsbólkur arbeitt við uppskotinum
Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Fíggjarmálaráðið, TAKS, umhvørvisdeildina í Innlendismálaráðnum, Akstovuna og føroysku bilsølurnar hevur fyrireika nýggju lógina.

Ætlanin er at endurskoða lógina aftur um tvey ár, so ein enn størri partur av bilavgjøldunum verða løgd um til CO2-avgjøld ella umhvørvisavgjøld.

Her er eitt yvirlit yvir broytingarnar, sum koma við nýggju lógini, samanborið við galdandi lóg um skrá¬setingarg¬jald á motorakfør:

• CO2-avgjald. Eykaskrásetingargjaldið í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør verður strikað og lagt um til CO2-avgjald í hesi lógini.
• 50%-markið hækkar úr 70.000,- kr. upp í 100.000,- kr. Í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør verður goldið 50% av teimum fyrstu 70.000,- kr. av CIF-virðinum á motorakfarinum og síðan 75% av restini. Í hesi lógini er 50%-markið hækkað upp í 100.000,- kr., soleiðis at 50% verða goldnar av teimum fyrstu 100.000,- kr. og síðan 75% av restini.
• Skrásetingargjaldið á vøruvognar í galdandi lóg er annaðhvørt 15% ella 30% pluss eykaskrásetingargjaldið á 25%. Í hesi lógini er virðisgjaldið 20% á allar vøruvognar.
• Umhvørvisavgjald á lastbilar og bussar. Sambært galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør rinda akfør við totalvek yvir 3.500 kg. einki avgjald. Í hesi lógini rinda lastbilar og bussar við totalvekt yvir 3.500 kg. umhvørvisavgjald.
• Burturbeiningargjald. Sambært galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør og kunngerð nr. 104 um bilvraksgrunn er burturbeiningargjaldið 1.500 kr. Burturbeiningargjaldið hækkar í hesi lógini upp í 5.000 kr.
• Útflutningur av motorakførum. Í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør eru ongar ásetingar um at fáa skrásetingargjald afturgoldið, tá bilar verða fluttir av landinum. Í hesi lógini eru greiðar ásetingar um afturgjald av virðis- og burturbeiningargjaldi, tá bilar verða fluttir av landinum.
• Umskráseting. Sambært galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør skulu 600 kr. rindast landskassanum, tá akfar verður umskrásett við eigarskifti. Í hesi lógini skal einki gjald rindast landskassanum, tá akfar verður umskrásett við eigaraskifti.
• <b<tíðaravmarkað b="" lógina,<="" í="" sett="" er="" áseting="">sum eins og í okkara grannalondum frítekur akfør, ið bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift.
• Tjaldbilar (autocamparar). Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ongar ásetingar um tjaldbilar. Sambært hesi lógini rinda tjaldbilar einki virðisavgjald.
• Smábussar til ellis- og røktarheim. Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ongar ásetingar um smábussar til ellis- og røktarheim. Í hesi lógini verða smábussar og størri persónvognar til ellis- og røktarheim o.a. frítiknir fyri virðisavgjald.
• Smábussar góðkendir til vinnuliga nýtslu. Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ongar greiðar ásetingar um smábussar góðkendir til vinnuliga nýtslu. Í hesi lógini verða smábussar til 10-19 fólk góðkendir til vinnuliga nýtslu frítiknir fyri virðisavgjald.
• Hýru- og skúlavognar. Í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør kunnu hýru- og skúlavognar umskrásetast avgjaldsfrítt til privata nýtslu eftir 4 árum. Sambært hesi lógini kunnu hýru- og skúlavognar umskrásetast uttan at gjalda virðisavgjald eftir 3 árum.
• Skjalprógv. Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ásetingar um skjalprógv. Í hesi lógini eru ásetingarnar um skjalprógv gjørdar greiðari og samlaðar í kapittul 8.
• Útlendskt skrásett akfør. Í galdandi lóg um skráetingargjald á motorakfør eru ongar greiðar ásetingar um útlendskt skrásett akfør. Í hesi lógini eru ásetingar um útlendskt skrásett motorakfør.
• Bilar hjá útlendskum sendistovum. Í galdandi lóg um skrásetingargjald á motorakfør eru ongar ásetingar um bilar hjá útlendskum stjórnarumboðum, ið hava sendiharratygn her á landi. Í hesi lógini eru ásetingar um bilar hjá útlendskum sendiumboðum.



Argir, tann 9. mai 2008
Fíggjarmálaráðið


Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, á telefon 595020. Les meira um Fíggjarmálaráðið og virksemi tess á www.fmr.fo