24.06.2014 · Fíggjarmálaráðið

Fyrispurningur um frítíðarískoyti

Svar upp á fyrispurning nr. 66/2013 eftir § 52a í tingskipanini frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um útgjald av frítíðarískoyti av løn, tá feria verður hildin við løn 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Sambært § 12 í løgtinglóg um frítið við løn skal frítíðarískoyti ikki gjaldast av løn, sum verður útgoldin í frítíðini. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um almenna lønarumsitingar umsita sambært hesum reglum ella ikki? 
2. Um ikki, hvussu nógv er meirkostnaðurin av ikki at umsita sambært feriulógini? 
3. Ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at taka stig til antin at umsita sambært § 12 í lógini ella at broyta lógina soleiðis, at hon verður í samsvari við galdandi mannagongd?

Svar:

Ad.1.
Av Gjaldstovuni verður upplýst, at frítíðarískoyti 1,5% verður goldið av allari løn, eisini av løn í feriu. (Tórshavnar kommuna, SEV og fleiri kommunur gera tað sama).

Ad 2. 
Meirkostnaðurin hjá landinum er mettur at vera um 2 milliónir um árið.

Ad 3. 
Frítíðarlógin er málsøki hjá Vinnumálaráðnum, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum veit ikki um ítøkiligar ætlanir at broyta frítíðarlógina. 
Frítíðarlógin er minimumslóg, tað er tí ikki í stríð við lógina at gjalda meir enn 1,5%. Sum er, fær Gjaldstovan ikki boð um, nær fólk eru í feriu, og tí ber ikki til neyvt at fylgja lógini.
Eitt starvsfólk, sum fær 25.000 kr. um mánaðin, fær við galdandi mannagongd soleiðis 433 kr. um árið í frítíðarískoyti út yvir tað, sum starvsfólkið hevur krav uppá.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at kanna, hvat tað hevði kravt av eyka umsiting og eyka kostnaði at broytt mannagongd á hesum øki. 


Fíggjarmálaráðið, 23. juni 2014

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður

Svar upp á fyrispurning nr. 66/2013