18.03.2009 · Fíggjarmálaráðið
Fundur við øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum á Hotel Føroyum 18. mars kl. 13.00
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður hevur sett øllum fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum stevnu á Hotel Føroyum í morgin kl. 13.00.
Á fundinum fara Lønardeildin og fakfeløgini at umrøða, hvussu komandi sáttmálasamráðingar kunnu samskipast á besta hátt.
Partarnir fara eisini at tosa saman um hvussu vit fáa greiðari og einfaldari ásetingar í sáttmálarnar. Hetta fyri at gera tað lættari hjá stovnum, Lønardeildini og fakfeløgum, at umsita sáttmálarnar.
Landsstýrismaðurin fegnast annars um tað góða og positiva samskifti, sum í dag er millum fakfeløgini og tað almenna.
Argir, tann 17. mars 2009
Fíggjarmálaráðið