Tað hevur í mong ár verið ætlanin at fáa eina nýggja pensjónsskipan til vega. Ásannandi, at tað er alneyðugt at gera eina nýggja skipan á pensjónnsøkinum, soleiðis at tað almenna megnar at lyfta vaksandi byrðuna á eldraøkinum í framtíðini, varð ein embætisbólkur settur at greina økið og at koma við uppskoti til ein nýskipan. Bólkurin kom við einum áliti fyrr í ár, og hevur hetta álit fingið nógva umrøðu í almenna kjakinum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum varðar av økinum, gjørdi síðan av at seta ein politiskan arbeiðsbólk við umboðum úr øllum flokkum á tingi til at viðgera álitið. Hesin bólkur hevur nú í eina tíð arbeitt við málinum og hevur gjørt uppskot til broytingar. Ætlanin er, at tað verða flokkarnir, sum fara at leggja uppskotið fram á ting,
Men áðrenn nakað uppskot verður lagt fram á ting, skulu allir avvarðandi partar í samfelagnum hoyrast. Her er jú talan um rættiliga grundleggjandi viðurskifti, sum hava stóran almennan áhuga. Tí vilja flokkarnir fegnir fáa feløg og áhugafeløg umframt onnur á tal, soleiðis at uppskotið fær so gott kjølfesti samfelganum sum gjørligt.
Tí verður boðið inn til fundar mánadagin 9. november, sí skrá yvir fundir.
Fundurin við niðanfyristandandi feløg er ikki ásettur enn, men verður eftir ætlan ein av døgunum eftir 9. november.
Felagið Peningastovnar, Lív, Betri Pensjón, Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags (EHH), Eftirlønargrunnurin hjá Føroya Arbeiðarafelag (EFA) og Eftirlønargrunnurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag (EHA).