10.08.2006 · Fíggjarmálaráðið

Fríhandil á veg millum Føroya og Grønland

Frameftir er møguligt, at samhandilin millum Føroyar og Grønland økist.

Tað er greitt, eftir at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, og grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjar- og uttanlandsmálum, Josef Motzfeldt, hava verið í samráðingum hesa vikuna.

Partarnir hava samráðst um at lækka tollin millum londini og at seta í verk eina møguliga fríhandilsavtalu. Orðaskiftið hevur eisini fevnt um eina røð av fíggjar-, skatt- og avgjaldsmálum av felags áhuga.

Fundarrøðin í grønlendska høvuðsstaðnum hevur verið sera jalig og merkt av sínamillum virðing.



Nuuk, tann 10. august 2006


Bárður Nielsen Josef Motzfeldt
Landsstýrismaður í fíggjarmálum Landsstýrismaður í fíggjar- og uttanlandsmálum