Eisini februar 2010 var betri enn februar 2009, tá tað snýr seg um lønar- og skattgjaldingar. Í februar í ár vóru goldnar 653 mió. kr. í lønum umvegis a-skattaskipanina, landsskatturin var 119 mió. kr. og kommunuskatturin var góðar 109 mió. kr.
Higartil í ár hava lønargjaldingarnar umvegis a-skattaskipanina sostatt verið 1,9% hægri enn somu tíð í fjør. Hetta hevur givið 3,2% meira í landskassan í landsskatti og 3,9% meira í kommunukassarnar í kommunuskatti, samanborið við somu tíð í fjør.
Hóast virðið á samlaða innflutninginum er minni enn somu tíð í fjør, so hevur privati eftirspurningurin og privata nýtslan verið størri higartil í ár. Hetta sæst aftur í meirvirðisgjalds- og skráetingargjaldsinntøkum landskassans, sum vóru ávikavist 7 og 73% hægri fyrstu tveir mánaðirnar í ár, samanborið við somu tíð í fjør.