14.02.2011 · Fíggjarmálaráðið

Framgongd verður í føroyska búskapinum í 2011

Í januar í ár var aftur ein lítil framgongd í føroyska konjunkturbarometrinum. Samlaða vísitalið fór úr 8 upp í 10 frá juni í fjør til januar í ár. Tað er tilfeingisvinnan og tænastu- og handilsvinnan, sum draga samlaða vísitalið uppeftir, meðan brúkarin og byggivinnan draga niðureftir.

Húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking, verkbannið í fiskiskipaflotanum og vaksandi olju- og matvøruprísir hevur loypt hvøkk á føroyska brúkaran, men hetta hevur ikki nerva tilfeingisvinnuna, sum vigar tyngst í føroyska búskapinum. Tilfeingisvinnan er m.a. ali- og fiskivinnan, sum umboða nógv tann størsta partin av útflutningssíðuni í føroyska búskapinum. Sostatt bendir alt á, at vøksturin í føroyska búskapinum, sum byrjaði í 2010, fer at halda fram í 2011.

Føroyska konjunkturbarometrið er ein hálvárlig spurnarkanning, har føroysk vinna og brúkarar verða spurdir, hvussu tað hevur gingist seinasta árið, og hvussu tey meta, at gongdin fer at hátta seg komandi tíðina. Tað er sjálvandi altíð trupult at gera slíkar metingar, men samanumtikið meta føroyngar, at tað fer at ganga framá í 2011 samanborið við 2010. Búskaparliga var ein lítil framgongd í føroyska búskapinum í 2010 samanborið við 2009, ið var eitt serstakliga vánaligt ár fyri føroyska búskapin.

Framgongdin hjá tilfeingisvinnunum heldur fram í 2011
Vísitalið hjá tilfeingisvinnunum fór eitt lítið vet uppeftir í januar í ár samanborið við konjunktur-kanningina fyri hálvum ári síðan. Tilfeingisvinnurnar viga tyngst í føroyska konjunkturbarometrinum. Tað er tí eitt rættiliga jaligt tekin fyri føroyska búskapin, at treystið hjá føroysku tilfeingisvinnunum er vorðið alsamt betri síðan 2009, sum var eitt serstakliga vánaligt ár fyri føroyska samfelagsbúskapin sum heild.

Vísitalið hjá føroysku tilfeingisvinnunum var hægst í januar 2007, tá ið tað var 33. Síðan lækkaði vísitalið nógv í tveimum teimum næstu konjunkturkanningunum, sum vórðu gjørdar í juni 2007 og januar 2008. Í hesum báðum kanningunum var vísitalið 17. Hetta var beint áðrenn djúpu kreppuna í fiskivinnuni. Tíðliga í 2008 fekk fiskivinnan stórar trupulleikar við skjótt vaksandi oljuprísum, lágum fiskaprísum og vánaligum fiskiskapi. Tá rapaði vísitalið hjá tilfeingisvinnunum, sum kom heilt niður á – 36 í januar 2009. Í 2010 hækkaði vísitalið aftur. Í juni 2010 var tað komið heilt upp á 18 og í januar í ár var vísitalið hjá føroysku tilfeingisvinnunum 19.

Húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking, sáttmálastríðið í fiskiflotanum og útlitini fyri støðugt vaksandi oljuprísum hava sostatt ikki ávirka metingarnar hjá tilfeingisvinnunum stórvegis. Hóast hesar neiligu fortreytir, so vænta tilfeingisvinnurnar, at framgongdin í framleiðsluni, sum byrjaði í 2010, fer at halda fram og at eftirspurningurin, virksemið og inntøkurnar fara at økjast í 2011.

Tænastuvinnurnar eru bjartskygdar
Tað hevur gingið spakuliga framá aftur hjá tænastuvinnunum eftir afturgongdina í eftirspurninginum frá 2007 til 2009. Frá januar 2007 til januar 2009 fall vísitalið hjá tænastuvinnunum frá 84 niður á -17, men er nú komið uppaftur á 16, eftir at hava ligið á 4 og 2 í konjunkturkanningunum í 2010. Vísitalið hjá tænastuvinnunum hevur sostatt gjørt eitt rættiligt lop uppeftir í nýggjastu konjunkturkanningini.

Tænastuvinnurnar vænta, at vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram í 2011, og at tað annars fer at ganga framá í tænastuvinnunum, eftir at óvissan um framtíðina hjá Eik varð loyst, tá ið Fíggjarligt Støðufesti seldi føroyska partin av Eik samtakinum til TF-Holding í januar í ár.

Framgongdin í handilsvinnuni heldur fram
Umsetningurin hjá føroysku handilsvinnuni minkaði nógv frá 2006 til 2009, men er síðan vaksin aftur, og handilsvinnan væntar, at sølan fer at halda fram við at vaksa í 2011. Vísitalið hjá føroysku handilsvinnuni fór frá 57 í juni 2006 niður á -52 í juni 2009, men er nú komið upp aftur á 23. Tað hevur sostatt gingið framá í handilsvinnuni í 2010 samanborið við 2009, men sølan lá tó langt niðanfyri sølutølini í 2006 og 2007.

Byggivinnan var allarhelst ov bjartskygd fyri hálvum ári síðan
Føroyska byggivinnan hevur verið í nøkrum ógvusligum brotasjógvum seinastu árini. Í 2006 og 2007 var ógvusliga stórt virksemið í føroysku byggivinnuni, men eftir heilt stuttari tíð minkaði eftirspurningurin á føroyska byggimarknaðinum burtur í lítið og einki, og í 2009 var lítið virksemi í føroysku byggivinnuni. Miðskeiðis í 2010 vóru ábendingar um ljósari tíðir í føroysku byggivinnuni, men allarhelst hava metingarnar verið ov bjartskygdar á sumri 2010, tí vísitalið hjá byggivinnuni er fallið rættiliga fitt aftur í nýggjastu konjunkturkanningini.

Í januar 2007 var vísitalið hjá byggivinnuni 91 og í januar 2009 var tað fallið heilt niður á -81. Síðan kom tað spakuliga uppaftur. Í juni 2010 var tað -5, men nú er tað fallið niður aftur á -32. Byggivinnan er tí tann vinnugreinin í føroyska konjunkturbarometrinum, sum hevur havt nógv tey ógvusligastu sveiggini seinastu árini. Byggivinnan hevur næstan rakt bæði loftið og botnin í føroyska konjunkturbarometrinum.

Ein orsøk til mistreysti í byggivinnuni kann vera, at tilsagnir um fígging til nýggjar og størri byggiverkætlanir vórðu trektar aftur, tá ið Fíggjarligt Støðufesti yvirtók Eik í oktober 2010. Lítli eftirspurningurin eftir lagaligum orkulánum úr Húsalánsgrunninum gevur eisini ábendingar um, at fólk aftra seg og ikki rættiliga eru komin yvir hvøkkin, tá ið Eik samtakið koppaði.

Hetta ávirkar allan tann føroyska byggimarknaðin, sum kann býtast sundur í byggifyritøkur, sum fáast við størri byggiverkætlanir og byggimeistarar á sethúsamarknaðinum, ið mest fáast við bústaðabygging og aðrar smærri byggiverkætlanir.

Eik og Fiskavirking hava loypt hvøkk á vanliga føroyingin
Tað loypti hvøkk á vanliga føroyingin, tá ið Eik Samtakið og Fiskavirking fóru av knóranum í seinnu helvt av 2010. Tað sæst aftur í konjunkturbarometrinum hjá føroysku brúkarunum, sum vóru eitt sindur neiligari í januar í ár samanborið við konjunkturkanningina í juni 2010. Tað gekk annars rætta vegin við treystinum hjá brúkarunum samstundis sum framgongd spakuliga kom í aftur føroyska búskapin. Treystitalið hjá føroysku brúkarunum fór úr -29 í januar 2008 upp í -3 í juni 2010, men er nú fallið niður aftur á -9.

Tað kemur neyvan óvart á nakran, at hendingarnar við Eik, Fiskavirking og arbeiðssteðgurin í fiskiflotanum hevur ávirka treystið hjá føroysku brúkarunum skeiva vegin. Hendingarnar hava samanumtikið givið vanliga føroyinginum eina neiligari fatan av búskaparligu gongdini. Hetta sást serliga aftur í eftirspurninginum eftir drúgvum nýtsluvørum. Eftirspurningurin eftir bilum minkaði t.d. síðstu mánaðirnar av 2010. Annars var samlaða bilasølan hægri í 2010 enn í 2009.

Konjunkturkanningin gevur ymisk tekin um føroysku brúkaraaatferðina og privata eftirspurningin í nærmastu framtíð. Føroyski brúkarin hevur verri vónir um sína egnu fíggjarstøðu og um gongdina í føroyska búskapinum sum heild, men brúkarin væntar ikki, at arbeiðsloysið fer at vaksa komandi 12 mánaðirnar. Tað eru heldur færri, sum ætla at brúka pengar til størri keyp og størri ábøtur á húsini, samstundis sum fleiri ætla at keypa bil og nýggj hús komandi árið.

Samanumtikið er tí torført at koma við einari greiðari niðurstøðu um føroysku brúkaratferðina næstu mánaðirnar. Húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking og arbeiðssteðgurin í fiskiskipaflotanum hava heilt vist havt neiliga ávirkan á brúkarakanningina hesuferð. Tað kann allarhelst taka nakað av tíð, áðrenn fólk hava lagt hesar hendingar aftur um seg og kenna seg tryggari aftur.

Samlaða úrslitið av konjunkturbarometrinum er at síggja á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo

Fakta um konjunkturbarometrið

Spurningar

Brúkarar og vinna tilsaman

Tilfeingisvinnan

Tænastuvinnan

Handilsvinnan

Byggivinnan