Í 2010 vóru goldnar 8 mia. og 229 mió. kr. í lønum og øðrum skattskyldugum veitingum umvegis a-skattaskipanina. Tað eru 313 mió. kr. meira enn í 2009. Fyri lands- og kommunukassarnar merkir hetta eina meirinntøkua uppá 89 mió. kr. í landsskatti og 91 mió. kr. í kommunuskatti. Í 2010 kom 1 mia. og 475 mió. kr. inn í landsskatti og 1 mia. og 383 mió. kr. í kommunuskatti.
Eisini avgjaldsinntøkur landskassans vóru hægri í 2010 enn í 2009. Í 2010 vóru avgjaldsinntøkurnar 1 mia. og 444 mió. kr. Tað eru 85 mió. kr. ella 6,2% hægri enn í 2009.
2009 var eitt serstakliga vánaligt fyri føroyska búskapin. Í 2009 minkaðu samlaðu gjaldingarnar umvegis a-skattaskipanina 2%, og er hetta fyrstu ferð síðan búskaparkreppuna í fyrru helvt av 1990-árunum, at gjaldingarnar umvegis a-skattaskipanina eru minkaðar.
Búskaparliga afturgongdin hevur havt stóra ávirkan á inntøkur landskassans, serliga á avgjaldsinntøkurnar. Frá 2007 til 2009 minkaðu skattainntøkur landskassans góðar 82 mió. kr. samstundis sum avgjaldsinntøkurnar minkaðu heilar 442 mió. kr.
Hóast nakrar ógvusligar skjálvtar í føroyska búskapinum seinna hálvár 2010, tá Eik og Fiskavirking fóru av knóranum, so hevur tað samanumtikið verið ein framgongd í føroyska búskapinum í 2010 samanborið við 2009. Føroyski búskapurin er tó ikki komin upp aftur á sama støði, sum tá hann var á toppinum á konjunkturalduni, tíðliga í 2008.